Ung í arbeiði gjørt megnararbeiðir

Hesar seinastu tvær vikurnar hava fleiri enn 40 ung verið ígongd undir skipanini “Ung í arbeiði” hjá Vágs kommunu.

Tey ungu hava gjørt eitt megnararbeiði, sum hevur fevnt um alt frá at mála, til at lúka, rudda á Eiðinum og inni á Oyrunum, nýgjørt vegin niðan á Eggjarnar, nýgjørt gøtur og so framvegis.

“Ung í arbeiði” skipanin er ein týðandi liður í at menna okkara ungu, bæði tá umræður at fáa nakrar arbeiðsroyndir og vinna nakrar krónur. -Men harumframt vilja vit umvegis “Ung í arbeiði” eisini royna at skapa ein hugburð í okkara ungu, har vit í felag vilja, at tað skal síggja gott út í Vági, verða ruddiligt og innbjóðandi. -Og tá tey sjálvi eru við til at byggja upp og halda økir í kommununi í góðum standi, so vil hetta eisini verða við til at fáa tey at hugsa um hetta, tá tey eru á ferð runt um í kommununi, sigur Dennis Holm borgarstjóri.

Fleiri enn 40 ung hava sum nevnt verið partur “Ung í arbeiði” í summar. Tey hava øll havt møguleikan at arbeiða hálvan dag tær seinastu tvær vikurnar.