Gera dagføringar á havnalagnum

Í samband við at ætlanir eru um økt virksemi á virkinum hjá Bakkafrost (gamla Polarfrost) á keiini, hevur Havna- og Vinnunevndin tikið  stig til at gera ymiskar dagføringar á økinum.

Les meiri

Vegurin í vestara parti av Geilini stongdur 15. juni

Í samband við at vegurin í Geilini verður gjørdur klárur til asfaltering og nýggja vatnleiðingin verður íbundin til húsarhald í Geilini, verður vestari partur av vegnum í Geilini stongdur fyri ferðslu í dag, tórsdagin 15. juni 2017.

 

Kampingøkið ikki parkeringsøkið

Hervið verður inniliga heitt á fólk, um ikki at parkera á kampingøkinum vesturi við Vágs Høll. Økið er gjørt til kampingbilar og tey, sum tjalda, og ikki til parkeringsøkið.

Les meiri

Halda áfram at fríðka miðbýin

Seinastu árini hevur Vágs kommuna miðvíst raðfest at fríðka og dagføra alt miðbýarøkið og nú verður so seinast hond løgd á at geva miðbýbum eitt andlitslyft.

Les meiri

Oddmar Larsen 15 ára starvsdag

Merkisdagur var ónsdagin 31 mai á býráðsskrivstovuni, har Oddmar Larsen varð heiðraður fyri 15 ára starvsdag.

Les meiri