Bústaðarmarknaður á heimasíðuni

Vagur ur luftini

Her á heimasíðuni er ein bústaðar-breddi, har fólk ókeypis kunnu vísa á bústaðir til leigu ella til sølu, og á grundstykkir til sølu.

Kanningar í grannalondum okkara vísa, at fólk, sum hava áhugað í at flyta aftur til útjaðarin, ofta hava trupulleikar við at finna bústaðir, tí ongin skipaður bústaðarmarknaður er við leigu-bústaðum og bústaðum til sølu, hóast hús standa tóm í økinum.

Fyri at tryggja at fólk, sum hava áhugað í at flyta til Vágs, fáa so lætta atgongd til bústað sum gjørligt, hevur Vágs kommuna tikið stig til at skipa eitt slag av bústaðarmarknaði – ein bústaðar-bredda – á nýggju heimasíðuni.

Á bústaðar-breddanum kunnu fólk, sum hava bústaðir til leigu ella til sølu í Vágs kommunu, ókeypis vísa á teirra bústað. Eisini verður givið innivist til grundstykkir í Vágs kommunu, sum fólk hava til sølu.

Um fólk ynskja at brúka hesa ókeypis tænastu á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu, so er ynskiligt, at hesir upplýsingar fyriliggja í smb. við bústaðir:

Mynd av bústaðinum uttan (kunnu eisini verða myndir innan)
Adressa
Stutt um húsini (stødd, tal av rúmum)
Til leigu / til sølu
Søluprísur / leiga
Samband (navn / tlf / email)

Í samband við grundstykkir til sølu, er ynskiligt at hesir upplýsingar fyriliggja:
Matr. nr.
Adressa
Stødd

Tey, sum eru áhugaði í hesari skipan kunnu venda sær til Vágs kommunu á teldupost-adressu: vagur@vagur.fo