Gera klárt at taka ímóti Norrønu

Pullartar-01-2013 (4)

Nýggju pullartarnir, sum skuldu gerast í smb. við at Norrøna fer at sigla á Vág, eru nú lidnir. Norrøna fer at sigla á Vág, tá Smyril fer í dokk, og fyrsta fráferð av Vági verður mánamorgun 18. februar 2013.

Poul W. Augustinussen, formaður í Havnanevndini hjá Vágs kommunu, sigur, at nú pullartarnir eru klárir, skulu nøkur viðurskifti afturat fáast uppá pláss, áðrenn Vágs Havn er heilt klár at taka ímóti Norrønu. Millum annað skulu uppmerkingar fyri bilrøðir til Norrønu og aðrar uppmerkingar gerast á havnarlagnum og til og frá havnarlagnum, sigur Poul W. Augustinussen.

Norrøna kemur at sigla fyri Smyril í umleið 4 vikur, og hetta tíðarskeiðið verður siglt millum Vág og Tórshavn.