Seðlarnir koma út á keiini í Vági kl. 22

Vágs kommuna hevur skipað fyri at grindin, sum er býtt til Vágs kommunu, verður til Vágs og koma seðlarnir út á djúphavnini í Vági kl. 22 í kvøld (ikki kl. 21)

Sostatt sleppa borgarar í Vágs kommunu undan at fara til Hvalbiar eftir grindini í kvøld.