Ole Wich listamakari í Vágs kommunu

Listamaðurin Ole Wich verður í mai mánað atknýttur Vágs kommunu sum ”listamakari”, har hann í samstarvi við borgarar í kommununi, vinnulívið og kommunalu stovnarnir fer at greina og kanna hvussu list kann virka við til at betra um tey visuella úttrykkini og gera almennu rúmini í kommununi til eina ríkari uppliving.

Verkætlanin er fíggjað av Mentanargrunni Landsins, Vágs kommunu og øðrum lokalum stuðlum.

Ole Wich hevur seinastu árini verið valdur stýrislimur í Ítróttaháskúlanum í Suðuroy umboðandi LIstaSAmband Føroya, og hevur í tí sambandi verið í jøvnum samskifti við fólk í Vági um list í almenna rúminum í kommununi. Í samstarvi við Vágs kommunu søkti hann tí Mentanargrunn Landsins um fígging til eitt arbeiðsuppihald sum listamaður í Vágs kommunu, og fekk játtað 1 mánað til hetta endamál.

List er ikki bara dýrir bronsu-skulpturar, vakrar málningaframsýningar og snildar uppsetingar sum eru settar upp í almennum rúmum í býum ella á hátíðarligum minnisøkjum. Listarlig frambering kann eisini vaksa úr tí gerandisdegi, sum fólk liva og virka í – eisini í bygdum í útjaðaranum, greiður Ole frá. -Endamálið við hesari listaverkætlan er eisini at fara í beinleiðis samskiftið við staðið og fólk á staðnum og á tann hátt finna nýggj úttrykk, sum kunnu virka í samspæli við og samstundis verða viðkomandi fyri vanlig fólk í teirra gerandisdegi. -Harumframt er endamálið við listarliga virkseminum eisini at byrja eitt kjak um hvat list kann gera fyri eitt lokalsøkið, sigur Ole Wich.

Vit halda hetta verða eina sera spennandi verkætlan, at Vágs kommuna nú í eitt tíðarskeið fer at hava ein “listamakara” í kommununi, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Ole hevur verið ein fastur gestur í Vági seinastu árini, og nú hann hevur virkað sum listamakari í eina góða viku, so hevur hann eisini gjørt fleiri spennandi eygleiðingar. Tað verður eisini spennandi at fylgja við gongdini í verkætlanini og hvussu tað fer at merkja Vágs kommunu, at vit í ein mánað hava okkara egna listamakara, sigur borgarstjórin.

Í samband við at Ole Wich er listamakari í Vágs kommunu fer hann at skriva um eygleiðingar sínar í kommununi og hvussu gongur við arbeiðinum – og kann fylgjast við hesum á Facebook síðuni hjá Ole Wich og á blogginum hjá honum, sum tú finnur her: https://olewich.blogspot.com