Rørslufagnaður á fyrsta sinni

Millum mongu tiltøkini á skrá í Mentanarvikuni í Vági var Rørslufagnaðurin, sum var skipaður í samstarvi millum Vágs kommunu, Vágs Skúla, Ítróttaháskúlan og Fólkaheilsuráðið.

Rørslufagnaðurin byrjaði við Vágs Skúla, har skúlabørn og lærarar, næmingar frá Ítróttaháskúlanum, og mong onnur sum løgdust afturat gonguni, gingu frá Vágs Skúla yvir í Marghøllina.

Í Marghøllini skipaðu næmingar frá Ítróttaháskúlanum fyri rørsluspølum, klartring og bóltspølum, og bjóðað varð frukt og vatn.

Ein væleydnaður fyrsti Rørslufagnaður í Vági.