Væleydnaður morgunmatur fyri eldri

Fríggjamorgunin 12. apríl bjóðaði Vágs kommuna eldra ættarliðnum – borgarum, sum eru 65 ár og eldri – til morgunmat í Garðslon.

Talan var um eitt sera væleydnað tiltak, har eini 80 fólk vóru til morgunmat. Og tað fløvaði ikki minst, at sangarar frá Ljómi og frá kórinum úr Langenæs kirke í Århus komu at syngja nakrar sangir.