Mentanarvikan: Asnaspark til list og listabrúk

Í døgunum frá tórsdegnum 25. apríl til sunnudagin 5. mai er Mentanarvika í Vági. Mánakvøldið 29. apríl verður áhugaverdur fyrilestur í Miðlatúni undir heitinum: “Asnaspark til list og listabrúk… – Hvat kann listin elva til í nærumhvørvinum?

Tað er listamaðurin Ole Wich, sum kemur at hava hendan fyrilesturin um list í almenna rúminum.

Fyrilesturin verður í Miðlatúni mánadagin 29. apríl kl. 19.30.