Borgarstjórin beyð Katinku Hosszú vælkomna til Vágs

Seinnapartin var Dennis Holm, borgarstjóri, í Páls Høll og beyð heimskendu ungarsku svimjistjørnuni Katinku Hosszú vælkomna til Vágs.

Katinka Hosszú er í hesum døgum í Vági á venjingarlegu og venur sjálvsagt í Páls Høll. 

Dennis Holm, borgarstjóri, beyð Katinku vælkomna til Vágs og segði tað verða stóran heiður fyri Páls Høll, Vág og Føroyar, at størsti kvinnuligi svimjari í Heiminum nú var komin á venjingarlegu í Vági.

Katinka greiddi frá, at tey fyrrapartin høvdu verið á rundferð í nærumhvørvinum og at hon sjáldan hevði sæð so stórslidna náttúru, sum her á leiðini. -Seinnapartin skuldu tey hava eina framløgu fyri føroyska svimjilandsliðnum, áðrenn hon fór at venja í Páls Høll.

Borgarstjórin greiddi frá Katinku frá Páls Høll og hvussu Páls Høll varð vorðin veruleiki við stuðli frá øllum í nærumhvørvinum, har Pál Joensen, sum Katinka sjálvandi hevði hoyrt um, var stóri íblásturin. Katinka visti eisini um, at litavska heimsstjørnan Rūta Meilutytė hevði verið á venjingarlegu í Páls Høll.

Dennis Holm, borgarstjóri, handaði eisini Katinku gávur frá Vágs kommunu – handskar frá Sirri, myndabók úr Vági og so filmin um Nýggjárshaldið í Vági – og ynskti Katinku bestu eydnu í framtíðini, og segði at vágbingar nú hava fingið enn eina heimsstjørnu at heppa á við Olympisku Leikir í Tokoy í 2020.

Katinka Hosszú steðgar bert á í fáar dagar, tí hon fer av landinum aftur tórsdagin.