Verkafólk til Vágs kommunu

Vágs kommuna søkir eftir trimum verkafólkum. Talan er um tíðaravmarkað størv hjá Teknisku deild frá 1. apríl til 28. september 2019.

Arbeiði fevnir í høvuðsheitum um røkt av kommunalum ognum, umframt vanligt verkafólkaarbeiði.

Ynskiligt er, at tú hevur vitan og royndir innan verkafólkaarbeiði og hevur koyrikort.

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Talan er um tímalønt starv.

Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsing um útbúgving og royndir verður at senda til vagur@vagur.fo ella til Vágs kommunu, Vágsvegur 30, FO 900 Vágur.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 27. mars 2019 kl. 12.00