Skifti til LED sæst aftur á orkunýtsluni

Seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at skifta gøtuljósini í Vágs kommunu til LED-ljós og eru samstundis eisini nýggir lyktapelar settir upp, har tørvur hevur verið á tí. 

Skifti til LED sæst eisini aftur á orkunýtsluni hjá Vágs kommunu til gøtuljós. Ár um ár er orkunýtslan til gøtuljós minkað. Frá 2013, tá nýtslan var hægst í tíðarskeiðinum frá 2012 til 2018, er orkunýtslan minkað við 13%. Í 2013 vórðu brúktir 170.528 KWT til gøtuljós, meðan talið í 2018 var komið niður á 147.543 KWT.

Dennis Holm, borgarstjóri, sigur, at Vágs kommuna seinastu árini hevur arbeitt miðvíst við at gera Vágs kommunu grønari, eisini á orku-økinum, og ein liður í hesum er at skifta vanligu gøtuljósini við orkusparandi LED ljósini.

Alt bendir á, at orkunýtslan til gøtuljós eisini ferð at minkað í 2019, tí í 2019 verður hildið áfram við at skifta gøtuljós til LED ljós. Higartil eru at kalla øll gøtuljós sunnanfyri Vágsveg/Eiðisveg (einstøku undantøk eru) skifti til LED.