18,7% meiri í skatti í januar 2019

Økta virksemi í Suðuroynni hevur seinastu mánaðirnar ført við sær øktar skattainntøkur og januar var onki undantak. Vágs kommuna fekk í januar 3,6 mió. kr. í persónsskatti og er hetta 570.750 kr. ella 18,7% meiri enn í januar 2018.

Vit gleðast um økta virksemi her á leiðini, har kanska serliga Bakkafrost hevur havt stóra ávirkan, og at tað aftur er møguleiki hjá fólki at fara til arbeiðis og vinna sær til lívsins uppihald, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Vit hava í longri tíð havt eina góða gongd og hetta merkist eisini aftur á fólki, sum eru sera positiv um gongdina og um nýggja virksemi, sum er byrjað og fer ígongd í nærumhvørvinum í næstum, sigur borgarstjórin.

Øktu møguleikarnir fyri arbeiði gera eisini, at áhugin fyri at flyta til Vágs og til Suðuroynna er vaksandi og vit síggja eisini nýggjar tilflytarar hvønn mánað, sigur Dennis Holm.

Í fíggjarætlanini fyri 2019 er mett, at persónsskattainntøkurnar í 2019 verða áleið tær somu sum í 2018, so januar ber boð um eitt spennandi ár í væntu.