Gott nýggjár!

Vágs kommuna ynskir øllum eitt gott nýggjár, við tøkk fyri farna árið.

Hóast veðrið nýggjársaftans-dag var alt annað enn tilvildar, so minkaði  hann vindin út á kvøldið, og um midnáttarleitið vóru líkindini góð. So tað eydnaðist aftur í ár at fáa eina stórslidna uppliving og eina hátíðarliga løtu við Tríkantin á Sandinum.

Aftur í ár leitaðu útlendingar úr ymsum pørtum av Heiminum sær til Vágs at uppliva Nýggjárshaldið í Vági – og onki bendur á, at streymurin av vitjandi til Vágs á hesari ársins síðstu nátt ferð at minka.

Ein serlig tøkk ferð til øll tykkum í Nýggjársnevndini, sum ár um ár skipa fyri hesum stórslidna haldið, sum hevur sett okkum á Heimskortið.

Vón okkara er, at 2019 verður okkum øllum eitt gott og gevandi ár.