Nýggjársheilsan frá Dennis Holm, borgarstjóra

Ár um ár leita okur í felag oman á Tríkantin á Sandinum, tá tað stundar til midnátt á ársins seinasta degi. Leita í felagsskapi saman á økið kring Tríkantin. Fylgja við meðan faklagongan, leidd av blussum og fløggum, kemur á mál, har báturin, prýddur við dreka og skjøldrum, stendur klárur. Í heiðursportrinum logar í ár árstalið 2019. Og við sálminum “Tíðin rennur sum streymur í á” siga okur tí gamla árinum farvæl – og byrja í felag nýggja árið, tá faklar verða tveittir á bátin og himmalin verður upplýstur av stórum fýrverksshowi, meðan skotini duna um dalar og fjøll.

Hetta er hátíðarløta av teimum heilt stóru fyri vágbingar. Og eisini ein løta, sum fólk úr øllum landinum og uttan úr heimi við leita sær til Vágs at uppliva saman við okkum.

Ringurin av fólkið kring Tríkantin nýggjársaftan er livandi dømi um sterka felagsskapin í Vági. Ein felagsskap, sum er so alneyðugur, tá minni og størri tøk skulu takast okkum øllum at frama.

Tað er eisini hesin felagsskapur, sum leggur lunnar undir gerandisdagin og undir framburð her á staðnum. Og øll kunnu taka lut og gera sítt í felagsskapinum, tí í felag kennist byrðan lættari at lyfta – og í felag ganga okur sterkast fram á leið.

Seinastu árini hava okur eisini spakuliga flutt okkum fram á leið. Okur hava í felag gingið bæði kendar gøtur og nýggjar leiðir – og hava í felag lagt lunnar undir eina spennandi framtíð.

Umstøðurnar hava tvungið okkum at flyta okkum á nýggjar leiðir, tí tann fyrr so avgerandi fiskivinnan her á staðnum er minkað niður í ein brotpart av fornari styrki.

Nýggja leiðin bjóðar nýggjar møguleikar og dregur eisini til sín nýggj fólk, sum hvør í sínum lagi taka lut og leggja tilrættis, tá nýggj tilboð skulu skipast. -Og tá lokalar fyritøkur eisini spenna seg út og gerast sterkari ár um ár, samstundis sum nýggjar fyritøkur í nýggjum vinnum leggjast afturat, so skapa okur eitt lokalsamfelag, sum er í einari góðari og sunnari menning. -Skapa eitt lokalsamfelag, har ein fjøltáttaður skari av vinnufyritøkum og nýggjum lokalum stovnum og tilboðum bera okkum fram á leið.

Okur hava við hepni í felag megnað at ganga nýggjar leiðir. Komandi árini fara okur eisini at síggja vaksandi virksemi á nýggju økjunum í Vági – og fara eisini at síggja nýggjar bygningar taka skap í nærumhvørvinum.

Millum spennandi ætlaninar er nýtt næmingaheim og nýggur skúlabygningur hjá Ítróttaháskúlanum – sum fer at styrkja bæði Ítróttaháskúlan og nýstovnaða Fótbóltsakademiið við øktum næmingatali og av somu orsøk øktum starvsfólkatali, bæði undirvísarum, venjarum og øðrum starvsfólkum.

Á havnarlagnum er eisini nýtt spennandi pelagiskt virksemi ávegis. Nýtt virksemi sum fer at skapa fleiri størv, støðugari arbeiði, og við tí eisini grundarlag undir trivnaðin her á staðnum. Nýggja virksemi legst afturat økta virkseminum hjá Bakkafrost í nýggja kryvjivirkinum – og nýggju arbeiðsplássini skapa møguleikar hjá fleiri at búleikast her kring fjørðin.

Bakkafrost fer eisini í næstum undir stóra íløgu í smoltstøð, sum skal byggjast í Suðuroynni. Risa-íløgur av hesum slag fara at skapa ringvirkningar í allari oynni, umframt at nýggj størv verða skapt, tá smoltstøðin verður tikin í nýtslu. Hetta gleðast okur um og taka væl ímóti.

Í nærumhvørvinum hava fólk og fyritøkur eisini áræði til at fara undir nýtt virksemi innan ferða- og upplivingarvinnuna. Hetta eiga okur í felag at fegnast um. Møguleikarnir í hesari vinnuni eru stórir, og góðir møguleikar er fyri at ferða- og upplivingarvinnan gerst ein av týðandi vinnunum í Suðuroynni innan fá ár.

Jú, hóast avbjóðingar eru, so eru tekin í sól og mána um, at okur ganga einari spennandi framtíð í møti. Okur øll hava eisini møguleika at verða partur av at mynda eina spennandi framtíð her á staðnum. Hava møguleika at gerast virkin í nýggjum vinnum, í verandi vinnum ella møguleika at stuðla teimum, sum eru farin ígongd og ganga undan.

Uttan undangongufólk koma okur ikki fram á leið, tí liggur eisini á okkum øllum uppgáva at veita tann stuðul í nærumhvørvinum, sum okur kunnu, til okkara undangongufólk, eisini hóast tað bert er stuðlandi í orð og í talu.

Nú niðurteljingin til nýggjárshaldið í Vági er farin ígongd, leita tankar okkara til ein av stóru undangongumonnunum hjá nýggjárshaldinum í Vági, Mogens Dahl, sum legði árarnar inn í brátt farna ári. Við nýhugsan, áræði og samstarvsevnum legði Mogens lunnar undir nú heimskenda nýggjárshaldið í Vági – og eru okur takksom fyri at hava átt slíkar undangongumenn, sum okur og eftirtíðin fer at minnast við størstu virðing.
Sum NePtuN yrkti í “Vísa á ársins gátt”

Vit gloyma ei teir, sum her ruddu oss rás,
og skipaðu haldið við stás’
Teir hvíla nú mangir so fjálgt undir flag –
vit minnast við tign teir í dag.

 

Øllum verður ynskt eitt gott og eydnuberandi nýggjár, við takk fyri tað brátt farna ári.

Dennis Holm, borgarstjóri

 

Myndina tók Niels Jacob Eysturberg