Dokumentarfilmurin “Suðuroy, the island of wind” á Youtube

Á sumri 2017 var italskt filmslið í Vági undir leiðslu av Valter Torri. Burturúr ferðini kom ein sera áhugaverdur dokumentarfilmur, sum nú er tøkur á Youtube.

Dokumentarfilminum “Suðuroy, the island of wind” hjá Valter Torri er í november vístur á stóru italsku sjónvarpsrásini RAI í sendirøðini Geo, har tað vanliga eru fleiri milliónir hyggjarar.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um filmin og at hann eisini er gjørdur við enskari undirtekst. Ongin ivi er um, at vøkru myndirnar og sjálvar søgurnar í dokumentarfilminum hava týdning fyri okkum í Vági og í Suðuroynni í eitt nú ferðavinnuhøpi, sigur borgarstjórin. Vit hava í øðrum førum staðfest, m.a. tá frímerki um hálendska skipið Westerbeek, sum fór á land vestanfyri Suðuroynna, varð almannakunngjørt í Hálandi, at talið av hálendingum, sum hava vitjað Suðuroynna er vaksið. Millum nógvu tjóðirnar, sum ferðast til Føroyar, eru sjálvsagt fólk úr Italiu, og er tað ikki óhugsandi, at vit komandi árini fara at síggja fleiri ferðafólk úr Italiu í Suðuroynni, sigur Dennis Holm.

Dokumentarfilmurin er “Suðuroy, the island of wind” er sum nevnt á italskum, men hevur enska undirtekst.

Filmurin varir góðir 30 minuttir og kann síggjast her.