Jólatræið verður tendrað sunnudagin

Jólatræið í Vági verður tendrað sunnudagin 2. desember kl. 16:00. Tvøroyrar Hornorkestur spælir og Henrik Old sigur nøkur orð. Eisini luttekur Frelsunarherurin við sangi og tónleiki. Jólamenn koma við pakkum til børnini.

Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin í húsið hjá Frelsunarherinum til kakao og bollar.