Býarfríðkan: Nýtt bussskýlið á Marknoyrarvegi

Seinastu árini hevur Vágs kommuna arbeitt miðvíst við býarfríðkan og er tað eisini sjón fyri søgn, at munur er á kring um í kommununi. Nú er busskýlið á Marknoyrarvegi eisin gjørt av nýggjum.

Gamla bussskýlið á Marknoyrarvegi trongdi til eina dagføring og herfyri fóru so fólk á tekniska toyminum hjá Vágs kommunu undir at gera nýtt bussskýlið. Harumframt varð ein gomul autoverja við parkeringsplássið á Marknoyrarvegi, og er hendan autoverjan eisini tikin burtur.

Nýggja bussskýlið er sama snið sum bussskýlið í miðbýnum og verður hetta eisini sniðið á teimum nýggju bussskýlunum, sum verða sett upp í Vágs kommunu. Í nýggja bussskýlinum er eisini ljós, tað var tað ikki í gamla bussskýlinum.