Halda áfram at skifta til LED-ljós

mde

Á Grønari leið: Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at dagføra gøtuljós og skifta frá vanligu ljósunum til orkusparandi LED-ljós. Nú er arbeiði við at skifta gøtulyktir yvir á Bakka til LED eisini farið ígongd.

Vágs kommuna hevur greiða málsetning um at arbeiða fram á grøna leið. Ein partur av hesum fevnir um at minka um orkunýtsluna hjá kommununi og hevur tað eisini eydnast at gera stórar sparingar í el-nýtsluni seinastu árini.

Ein liður í hesum arbeiði er at skifta vanligu gøtuljósini við nýggj orkusparandi LED-ljós. Hetta arbeiðið hevur verið ígongd í eini 2 ár og verða alsamt fleiri gøtuljós skift til LED-ljós.

Vit eiga øll at gera okkara til at Føroyar gerast grønari og at umhvørvisvinarligar loynsir verða valdar, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, sum leggur aftur, at Vágs kommuna sum heild hevur fokus á at hava ein grønan profil.

Umframt gøtuljós, so er eisini fokus á at skifta ljós í kommunalum bygningum til orkusparandi LED-ljós, og verður hetta m.a. gjørt í VB-húsinumí hesum døgum.