Filmsvísing í Miðlatúni mánakvøldið kl. 19: Suðuroy, the island of wind

Mánakvøldið 15. okt. kl. 19 verður heimspremiera av Italskum dokumentarfilminum “Suðuroy, the island of wind” hjá Valter Torri.

Filmurin er upptikin á sumri í 2017, tá italska filmsliðið við Valter Torri á odda, var í Vági í einar 2 vikur.

Filmurin verður seinni í heyst vístur í stóru Italsku sjónvarpsrásini RAI. 

Dokumentarfilmurin er á italskum, men hevur enska undirtekst.

Filmurin varir góðir 30 minuttir.