Børn í dagstovni og skúla bókling um Sunnir miðlavanar

Vágs kommuna hevur seinastu vikurnar umvegis Vágs Skúla og dagstovnaøkið borið børnum og foreldrum bókling um Sunnir miðlavanar – ein bóklingur við góðum ráðum til foreldur at børnum 0-18 ár um teirra felags vanar á talgildu miðlunum.

Talgildir miðlar – teldlar, fartelefonir, teldur, playstation og sjónvarp ríka familjulívið við góðum upplivingum, undirhaldi, læru, hugnaligari samveru og sunnum felagsskapi tvørtur um gøtur og landamørk.

SSP, samstarvi um skúli, sosialir myndugleikar og politi, hevur gjørt bókling um sunnir miðlavanar, sum vit eru felags um,

Bóklingurin foreldrum góð ráð um, hvussu tey taka við tí stóri avbjóðingini, sum serliga nýggja teldutøknin hevur havt við sær fyri børn og ung. Komið verður inn á, hvussu nógva tíð børnini eiga at sita við skíggjan – tað veri seg teldil, fartelefon, telduspøl ella sjónvarp. 

Ráðini í faldaranum stuðla foreldrum, sum eru sannførd um, at tætt samband millum børn og vaksin í familjuni og øðrum sunnum felagsskapum er besta støðið at menna børn á, so tey hava fjøltáttaðar førleikar at møta lívinum sum vaksin.

Bóklingurin er at síggja her.