Kókið drekkivatnið á Nesi

Í samband við dagføringarnar, sum verða gjørdar á Eystara Reinsiverkið hjá Vágs kommunu, verða brúkarar á Nesi bidnir um at kóka vatnið til lýst verður aftur.

Dagføringarnar á Eystara Reinsiverkið kunnu, eins og greitt varð frá týsdagin, føra við sær óreglusemi á vatnveitingini.

Lýst verður nærri, tá komið er á mál við dagføringunum á Eystara Reinsiverkið.