Dagføringar á Eystara reinsiverki

Í samband við dagføringar verða gjørdar á brunninum við Eystara reinsiverk, kann óreglusemi verða á vatnveitingini á Nesi og á havnarlagnum.

Møguliga verður trýstið á vatninum nakað minni enn vanligt.

Dagføringingarnar á Eystara reinsiverki fara at halda áfram komandi 2 vikurnar og kann óreglusemi koma fyri í hesum tíðarskeiði.

Kunnað verður tá komið er á mál við dagføringunum.