Roknskapurin fyri 2017 samtyktur

Á býráðsfundinum týskvøldið 7. august 2018 varð roknskapurin hjá Vágs kommunu fyri árið 2017 viðgjørdur og samtykur.

Inntøkurnar hjá Vágs kommunu í 2017 vóru 63,9 mió. kr., sum er á vet hægri enn í 2016, tá inntøkurnar vóru 63,0 mió. kr. Í uppruna fíggjarætlanini fyri 2017 var annars mett, at Vágs kommunu fóru at hava inntøkur á smáar 58 mió. kr., og er tað at fegnast um, at inntøkurnar vóru umleið 6 mió. kr. hægri enn mett varð í fíggjarætlanini.

Vágs kommuna gjørdi í 2017 íløgur fyri umleið 7,9 mió. kr. Íløgurnar fevndi m.a. um íløgur á ítróttarøkinum á Eiðinum, dagstovnaøkinum, og í nýggj hølir til Musikkskúlan. Harumframt varð í 2017 eisini hildið áfram við miðvísu nýgerðini og dagføringini av Heilsumiðstøðini. Í 2017 vórðu eisini gjørdar asfalteringar kring um í kommununi, dagføringar á havnarlagnum og av gøtuljósunum. Harumframt vórðu eisini gjørdar nýíløgur í bæði vatnveitingina og á spillvatnsøkinum.

Vanligi raksturin kostaði umleið 51,5 mió. kr. hetta er 0,8 mió. kr. ella 1,5% lægri enn í 2016, tá raksturin kostaði 52,3 mió. kr.

Umframt kommunala raksturin, so er Vágs kommuna partur av fleiri millum kommunalum samstørvum í Suðuroynni, har Bú- og Heimatænastan í Suðuroy (samstarvið um eldraøkið) er tað størsta. Í 2017 vóru útreiðslurnar hjá Vágs kommunu av eldrarøkinum í Suðuroynni 14,9 mió. kr.

Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs Kommunu, sokallaða RLÚ, í 2017 var eitt avlop á 0,7 mió. kr.

Í 2017 rindaði Vágs kommuna smáar 2,4 mió. kr. til afturgjald av lánum. Við árslok 2017 var nettoskuldin hjá Vágs kommunu smáar 33,8 mió. kr., sum svarar til umleið 0,73 álíkning.

 

 

Vágs kommuna
www.vagur.fo