Eydis Kjærbo virkandi borgarstjóri

Frá 12. juli fram til 27. juli 2018 er Dennis Holm, borgarstjóri, burturstaddur í summarfrí, og tí tekur Eydis Kjærbo við sum virkandi borgarstjóri í hansara stað.

Eydis Kjærbo varð fyrstu ferð vald í Vágs Býráð 1. jan. 2008 og hevur síðani 1. jan. 2012 verið varaborgarstjóri. Umframt at verða varaborgarstjóri er Eydis Kjærbo eisini forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu.