Gamle Oksøy vitjaði á Vági

Í vikuskiftinum hevur norska museumsskipið Gamle Oksøy vitjað á Vági. Leygardagin og sunnudagin høvdu fólk høvið at vitja umborð. Gamle Oksøy leggur leiðina víðari mánadagin, tá kós verður sett ímóti Siglufjørðinum í Íslandi, har Nordisk Kystkultur Festival í 2018 verður hildin.

Nordisk Kystkultur Festival var annars hildin í Vági í 2016 og fara grindabátar úr Vági eisini til Siglufjørðin, har Norðurlendska Strandamentanarstevnan (sum hon eitur á føroyskum) verður hildin komandi vikuskifti.