Ung í arbeiði byrjar mánamorgun 2. juli

Ung í arbeiði hjá Vágs kommunu byrja mánamorgun 2. juli 2018 klokkan 8. Øll møta á býráðsskrivstovuni, húsið uttanfyri Vágs Skúla.

Síðan verða øll býtt upp í bólkar, sum so fara kring býin at arbeiða.

Øll koma at arbeiða 4 tímar hvønn dag í tvær vikur.

Arbeiði verður eftir tørvi og eftir veðrinum. Til dømis skal ymiskt málast og ókrút fram við vegum skal takast burtur.

Alt hetta fáa tit at vita nærmari um frá arbeiðsmonnunum hjá kommununi.