Ocean Endeavour á Vági

Sunnudagin 24. juni var ferðamannaskipið Ocean Endeavour á Vági. Ocean Endeavour er 137 m. langt og hevur pláss fyri 300-450 ferðafólkum. Manningin telur 124 fólk.

Meðan Ocean Endeavour lá á Vági varð skipað fyri útferðum bæði í Vági og í náttúruni kring Vág. Harumframt vóru eisini framførslur umborð á skipinum sunnukvøldið, meðan tað lá við bryggju.

 

Um Ocean Endeavour

Ocean Endeavour er bygt í 1982 í Finnlandi og upprunaliga bygt sum eitt ferðafólkaskip at sigla í Baltiska økinum. Í 1988 varð skipið umbygt til eitt ekspeditións-skip. Og fór síðani í árunum 1996-2000 at sigla sum ferðamannaskip í Miðarahavinum.

Seinastu árini hevur skipið verið heimahoyrandi í Keypmannahavn hjá reiðarínum Albatros Travel, sum hevur lagt seg eftir at gera polar-ekspeditiónir og cruise-ferðir. Albatros Travel eigur fleiri onnur skip, sum verða brúkt til somu endamál.