Ferðslan á jóansøku 2018

Á jóansøku verður ferðslan eftir Vágsvegi avmarkað nakrar tímar fríggjadagin og nakrar tímar leygardagin.

 

Fríggjadagin 22. juni 2018
Kl. 18.30 – 19.30 Ongin gjøgnumkoyring eftir Vágsvegi frá Gamla Skúla út til Minnisvarðaøkið (í smb. við skrúðgonguna og setan av jóansøkuni 2018).

Leygardagin 23. juni 2018
Kl. 13.00 – 19.00 Ongin gjøgnumkoyring eftir Vágsvegi frá Bethel til Minnisvarðaøkið (í smb. við FM-Kappróður).
Kl. 23.00 – 01.00 Ongin gjøgnumkoyrin eftir Vágsvegi frá Bethel til Minnisvarðaøkið (í smb. við miðnáttarsang og -røðu).
Ferðslan eftir Toftavegi verður hetta tíðarskeiði einsrætta úteftir / eystureftir. Ferðslan eystanífrá, eftir Toftavegi, verður víst niðan gjøgnum Toftabrekku og á Fossaveg.

Bussar hjá Bygdaleiðum eru undantiknir hesum avmarkingum.

Í samband við at tivoli er í miðbýnum, verður ongin parkering í økinum uttanfyri Hotel Bakkan.