Jóansøkubál á Tríkantinum á Sandinum 21. juni

Tórskvøldið 21. juni kl. 21 verður Jóansøkubál á Tríkantinum á Sandinum í Vági. Bjartur Nolsøe flytur fram røðu, og felagssangur er eisini á skránni. Bjóðað verður eisini kakao og bollar.


Øll eru hjartaliga vælkomin.