Altjóða tubbaksfríi dagur: Brenni bál í Parkini á Sandinum

Hvørt ár markerar WHO saman við samstarvsfeløgum Altjóða tubbaksfría dagin 31. mai. Ljós verður varpað á heilsu og aðrar vandar í sambandi við tubbaksnýtslu og stuðla verður uppundir almenn átøk fyri at minka tubbaksnýtsluna.

Í ár er evnið tubbak- og hjaratasjúkur. Átakið skal menna ástøðiliga vitan um:

  • samanhangin millum tubbak og hjarta-æðra-sjúkur, harímillum hjarta tilburð, sum samanlagt er størsta deyðsorsøkin í heiminum.
  • møgulig átøk og tiltøk sum lyklapersónar, eisini myndugleikar og almenningur, kunnu gera fyri at minka um vandan fyri hjartasjúkum, sum standast av tubbaki.

Altjóða tubbaksfríi dagurin 2018 leggur dent á ta heimsumfatandi ávirkan tubbakið hevur á hjarta-æðra-sjúkur.

Hóast nógva vitan um avleiðingarnar av tubbaki og nógvar tøkar loysnir, sum kunnu minka um vandan fyri hjartasjúkum, er vitanin hjá almenninginum, um at tubbak er ein av høvuðsorsøkunum til hjarta-æðra-sjúkur, avmarkað, sigur WHO á sínari heimasíðu.

Gallupkanningarnar hjá okkum vísa, at vit, við einum miðvísum fyribyrgjandi arbeiði, hava fingið partin av roykjarum niður frá 41% til 27% tey seinastu 15 árini (íroknað tey, sum roykja av og á). Størsta framgongdin var í tíðarskeiðinum frá 2003 til 2007, meðan seinnu árini er framgongdin lítil tó miðvís.

Parturin av teimum, sum roykja dagliga er nú komið niður á 22%. Hyggja vit eftir londinum runda um okkum, liggur Norra á fremsta plássinum, har talið av dagligum roykjarum er komið niður á 11%.

Alt annað líka skuldi tað verið lættari hjá Føroyum enn einum stórum landi sum Norra, at framt átøk, sum gera mun. Tí eiga vit, at taka fyrsta plássið á hesum økinum. 

Fólkaheilsuráðið fer í hesum sambandi at heita á allar kommunur í landinum, um á ein sjónligan hátt at varpa ljós á ovurstóru tubbaksnýtsluna í Føroyum, við at brenna gamalt hoyggj. Okkara uppskot er at nøgdin av hoyggi skal vera 1,2 tons svarandi til vektina av tí, sum verður roykt í Føroyum í eina viku. Hetta fyri at varpa ljós á tað ørkymlandi nøgd av tubbaki, sum verður roykt í Føroyum og eggja roykjarum at kasta tubbakið á bálið.

Í Vági ber til hjá fólkið at brúka hendan møguleikan og møtast í Parkini á Sandinum og brenna bál í bálstaðnum og kasta tubbakkið á bálið.