Seglskipið Tecla á Vági

Summarið er tíðin, har føroyskar havnir eisini fáa fleiri spennandi vitjanir, soleiðis eisini við Vágs Havn. Í dag vitjar seglskipið Tecla á Vági.

Tecla er eitt gamal sildaskip, sum varð bygt í Vlaardingen í 1915. Tecla er 28 m. long og Tecla tekur 16 fólk við á ferðunum í Norðuratlantshavi. Leiðini hjá Teclu gongur hesa ársins tíð úr Skotlandi, til Hebridurnar ella Hetlands, og síðani til Føroyar, Íslands og Grønlands.

Nú Tecla er á Vági gongur leiðin úr Ullapool í Skotlandi umvegis Føroyar til Reykjavík.