Lítil prutl til Vágs Kvøldskúla

Vágs kommuna hevur keypt trý lítil prutl til undirvísing til koyrikort til lítil prutl í kvøldskúlanum.

Tað er Sølvi Andreasen, kvøldskúlaleiðari, sum hevur tikið stig til at fyriskipa undirvísingina í koyrikortum til prutl. Og nú hevur Kvøldskúlin eisini keypt prutl, soleiðis at ungdómurin kann ogna sær eitt koyrikort.

Eitt sera gott keyp og sera gott tiltak, sum Kvøldskúlin hevur sett á skrá.