Væleydnaður ruddingardagur

Leygardagin var árligi ruddingardagurin í Vágs kommunu, sum í ár eisini varð skipaður sum eitt tiltak innan karmarnir av ABC fyri sálarliga heilsu.

Í dýrdarveðri varð byrjað við morgunmati í Miðlatúni og síðani varð farið at rudda. Fólk ruddaði kring kring um í allari kommununi.

Í ár vóru eisini fólk frá umhvørvisbólkinum Ringrás komin til Vágs í samband við at norðurlendska verkætlan, har strendur í Norðurlondum verða ruddaðar og kanna verður hvat er í tí, sum er ruddað. Innasti partur av Vágsfjørði, Sandurin, varð ruddaður í hesum sambandi. Elsa Berg frá Ringrás greiður frá, at eftir at strondin er ruddað, so skal alt skiljast eftir fastari mannagongd og síðani teljast og vigast. Hetta arbeiðið varð lutvíst gjørt leygardagin og verður gjørt liðugt týsdagin og ónsdagin.

Tá fólk vóru liðug at rudda, varð bjóðað til suppu í Miðlatúni.

Ruddingardagurin var sera væl eydnaður og mett verður, at eini 80 til 100 fólk luttóku í ár.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum fólk tóku á leiðini.