Ruddingardagur 28. apríl og ABC fyri sálarliga heilsu

Vágs kommuna gjørdist í fjør partur av ABC fyri sálarliga heilsu, eitt samstarv sum Fólkaheilsuráðið hevur sett á stovn millum stovnar, fyritøkur, kommunur og onnur í Føroyum.

Árligi ruddingardagurin í Vági, sum verður leygardagin 28. apríl verður í ár skipaður sum eitt ABC – tiltak, har vit (borgarar í Vágs kommunu) eru virkin saman, bæði likamliga og sosialt, og eru hugbundin um uppgávuna (at rudda) – og eru hetta nettupp kjarnuhugtøkini í ABC fyri sálarliga heilsu.

 

Hvat er ABC fyri sálarliga heilsu?
ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Ein týðandi partur snýr seg eisini um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í samstarv við feløg, kommunur og stovnar.

Sálarlig heilsa er alt tað, ið ger lívið vert at liva, og tað hevur eins stóran týdning, at vit styrkja okkara sálarligu heilsu eins og okkara likamligu heilsu. Við at vera virkin á ymiskan hátt, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri einstaklingin, kunnu vit styrkja og bøta um okkara sálarligu heilsu. Hetta er av stórum týdningi fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum. ABC fyri sálarliga heilsu er fyrsta granskingargrundaða átakið, sum er fyri øll.

Ætlanin hevur í sær ráð, sum vit møguliga ikki fáa raðfest, hava orku til í gerandisdegnum, ella sum vit longu kenna, men hava gloymt. Hesi ráð eru ein einføld, ítøkilig og jalig leiðbeining, sum vit kunnu taka til okkum fyri at styrkja okkara sálarligu heilsu:

A) VER VIRKIN: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.

B) VER SAMAN: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av.

C) VER HUGBUNDIN: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga, sum gevur tær eina kenslu av meining. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp eini ommu ella vini við onkrum.

 

Ruddingardagurin 28. apríl og plantupakkar
Leygardagin 28. apríl 2018 verður árliga grøna átakið í Vágs kommunu við ruddingardegi, har borgarar eisini fáa plantupakkar. 

Dagurin byrjar við morgunmati í Miðlatúni, sum verður frá kl. 9.00 til kl. 10.00. So verður farið at rudda. Í Miðlatúni eru ruskposar, sum fólk kunnu taka við sær, tá farið verður at rudda.

Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi.

Ruddingardagin fara okur at taka upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar, hjallar og annað.

Ruddað verður fram til middags, tá suppa verður bjóðað í Miðlatúni.
Plantupakkar verða eisini latnir tá fólk koma aftur í Miðlatún at fáa sær suppu. Í plantupakkunum eru runnar og trø.

Øll eru hjartaliga vælkomin at taka eina hond í at fríðka, nú summarið nærkast.