Endurlýsing: Skrivstovunæmingur til Vágs Kommunu

Á kommunuskrivstovuni er eitt læruplássi í skrivstovuyrkinum – fyrisiting – leyst at søkja til setan skjótast tilber.

Umsøkjarar mugu hava staðið FHS-, HH-, Students- ella HF-prógv.

Lærutíðin verður fastløgd alt eftir, hvat prógv næmingurin hevur frammanundan.

Løn verður veitt eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.

Umsókn saman við prógvum og møguligum viðmælum verður at senda til Vágs kommunu innan 9. mai 2018 kl. 12.00. Viðmerkt skrivstovunæmingur.

Vágs Kommuna
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur