Sirið Stenberg heldur flaggrøðuna í Vági

Sum vant skipar Skótaliðið Royndin fyri Flaggdagshaldið í Vági. Flaggdagshaldið verður kl. 14. ónsdagin 25. apríl við kórsangi, felagssangi, røðu og drekkamunni.

Skótarnir ganga skrúðgongu úr Skótahúsinum kl. 13:45, oman til Minnisvarðan.

Sirið Stenberg berur fram røðu, kirkjukórið Ljómur luttekur við sangi og felagssangi.

Aftaná verða øll bjóða til ein kaffimunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Við skótakvøðu
Skótaliðið Royndin