Nýggj gøtuljós vestur á Eiðið

Vágs kommuna hevur seinasta árið arbeitt miðvíst við at skifta gøtuljósini í kommununi frá vanligu gøtuljósunum til LED-ljós. Sum liður í hesum arbeiði eru gøtuljósini vestur á Eiðið nú skift.

Gøtuljósini vestur á Eiðið og á parkeringsøkinum við Vágs Høll eru skift og hevur hetta eisini ført við sær, at væl betri ljós er á hesum teininum og á parkeringsøkinum á Eiðinum.

Umframt at LED-ljósini geva betur ljós, so er tað eisini ein munandi orkusparing við at skifta til LED í mun til vanligu gøtuljósini, og orkusparandi partin hevur Vágs kommuna eisini raðfest høgt seinastu árini, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.