Nýggj tænasta frá Heilsumiðstøðini í Vági

Nýggj heimasíða er ment til Heilsumiðstøðina í Vági, sum Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommuna eiga í felag. Við nýggju heimasíðuni er ætlanin at Heilsumiðstøðin í Vági skal gerast meiri sjónlig og at betra um tænastuna til borgaran.

Heimasíðan er lætt at finna – www.laknarvagur.fo – og einfalda sniðið ger, at hon er løtt at brúka. Heimasiðan hevur innbygt møguleika at samskifta við læknaviðtaluna. Tilber at bíleggja og avlýsa tíðir, umframt at endurnýggja reseptir uppá heiluvág á heimasíðuni.

Samskifti umvegis alneti við persónligum upplýsingum er undir eftirliti av Dátueftirlitinum og skipanin uppfyllir eisini krøv frá Dátueftirlitinum um dátutrygd.

Við nýggju heimasíðuni vóna vit, at upplivingin hjá vitjandi verður at heimasíðan er einføld  og løtt at finna runt í, og at heimasíðan vísir opinleika og gjøgnumskygni fyri tey vitjandi. 

Sum nevnt ber til at bíleggja tíð og avlýsa tíðir, endurnýggja reseptir á heimasíðuni. Hetta er ein nýggj tænasta til borgarirnir í Suðuroynni, vónandi verður tað væl tikið ímóti. 

Heimasíðuna hjá Heilsumiðstøðini í Vági finnur tú her: https://www.laknarvagur.fo/