Dagstovnaskipanin í Vágs kommunu søkir eftir starvsfólk/avloysarum tíðaravmarkað

Søkt verður eftir einum starvsfólki at starvast í miðal 20 tímar um vikuna, og einum starvsfólki í tímalønt starv til dagstovnaskipanina í Vágs kommunu, frá skjótast tilber og fram til summarsteðgin 2018.

Dagstovnurin liggur í sera vøkrum og náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran kemur at seta sín dám á gerandisdagin. Størstu børnini eri í egnum hølum í Vágs skúla. Ungdómshúsið og forskúlin halda til undir somu lon.

Vit vænta at umsøkjarin kanst arbeiða sjálvstøðugt, er ja-lig/ur, dugir at samstarva, seta í gongd,  tekur ábyrgd og dugir at seta sær mál.

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har starvsfólkið kanst verða við at mynda og seta sín dám sítt arbeiðspláss.

Vit vænta at umsøkjarin hevur útbúgving sum námsfrøðingur. Søkir eingin námsfrøðingur, kann hjálparfólk setast.

Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag.

Skrivlig umsókn skal verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. mars 2018 kl. 12.00

 

Vágs kommuna

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

ella á vagur@vagur.fo

 

Meira fast at vita um størvini við at venda sær til kommunuskrivstovuna, telefon 663000 ella vagur@vagur.fo