Vatnveitingin á havnarlagnum endurnýggja

Tekniska toymið hjá Vágs kommunu hevur seinastu vikuna arbeitt við at liðugtgera endurnýggjanina av vatnveitingini á havnarlagnum. Hetta hevur í styttri tíðarskeið um vikuskifti ávirkað nakrar av brúkarunum í kommununi; og skuldi hetta nú verið komið í rætt lag.

Vatnveitingin á havnalagnum trongdi til dagføringar og vatnnýtslan var eisini hægri enn ætlað, orsaka av lekum. Við tað at nýggj vatnleiðing er løgd á havnalagnum er hetta nú rættað, soleiðis at ongir lekar eru og vatnnýtslan av somu orsøk bara er í mun til nýtsluna hjá virkjum á havnalagnum.

Vágs kommuna hevur seinastu árini miðvíst arbeitt við at endurnýggja vatnveitingina í kommununi. Nógv stór arbeiðir eru gjørd og í komandi tíðum verða eisini fleiri tillagingar gjørdar, til gangs fyri brúkararnir.