Vegurin oman á Nes-kei dagførdur

Í heyst varð samtykt at fara undir at dagføra vegin oman á Nes-kei. Ein partur av hesum arbeiðinum er nú gjørt, soleiðis at vakra økið við Nes-kein nú er lættari atkomiligt.

Framvið vegnum oman á Nes-kei eru veitirnar grivnar upp, soleiðis at vatn ikki skal renna omaneftir vegnum. Gróðurin omaná vegnum er grivin burtur og nýtt tilfar er lagt oman á vegin. Meiri tilfar skal tó eisini leggjast omaná vegin, hetta arbeiðið verður framt í næstum.

Dagføringin av vegnum betrar munandi um atkomu-møguleikarnir omaná náttúruvakra økið við Nes-kei.

Sí eisini:

Nes-kei og vegurin oman á Nes-kei verða nú dagførd