Vágs Kappróðrarfelag – Vaskiskúrurin á Gørðunum – Vágs kommuna

Nú formaðurin í Vágs Kappróðrarfelag hevur lagst eftir Vágs kommunu á Facebook, kenna vit okkum noydd at koma við einari rættleiðing.

Vágs Kappróðrarfelag hevur í farna ári fleiri ferðir verið í samskifti við Vágs kommunu um ætlanina í Vaskiskúrinum á Gørðunum. Umboð fyri nevndina í Vágs Kappróðrarfelag hava eisini verið á fundi við Mentunarnevndina og hava eisini tosað við forkvinnuna í Mentunarnevndini og borgarstjóran um ætlanina.

Vágs Kappróðrarfelag hevur frá byrjan fingið at vita, at Vágs kommuna sera gjarna vil stuðla hesari verkætlan. 

Kommunan er kunnað um, at ætlanin fevnir um at keypa Vaskiskúrin og síðani seta hann í stand eftir tekningum, sum lagdar eru fyri Mentunarnevndina. 

Kappróðrarfelagið hevur kunnað um, at øll ætlanin helst fer at kosta omanfyri 1,5 mió. kr., og at tá hevur verið roknað við, at Vaskiskúrurin kundi fáast rímuliga bíliga, og fyri minni enn tað seinasta boðið á 420.000 kr., sum Kappróðrarfelagið hevur givið.

Vágs Kappróðrarfelag hevur frá fyrsta degi fingið at vita, at Vágs kommuna vil stuðla ætlanini. Ítøkiliga hevur Kappróðrarfelagið fingið at vita, at kommunan varð sinnað at koma við 200.000 kr. til keypið. Og víst hevur eisini verið á, at man eisini vildi hjálpa til fíggjarliga við ístandsetanini, uttan at nøkur upphædd hevur verið nevnd.

Tá tað verður sagt, at tað ikki hevur eydnast at fáa Vágs kommunu inn á banan at stuðla ætlanini, so er hetta ikki rætt, og eru vit í Mentunarnevndini sera hørm og kedd um, at hesi ósannindi eru løgd út á hendan hátt.

 

Mentunarnevndin hjá Vágs kommunu