Nýggjársheilsan frá Dennis Holm, borgarstjóra

“Nú fór so framvið okkum enn eitt ár”, yrkti skaldið NePtuN í einum av kendu nýggjárssangunum, sum altíð átti innivist á nýggjársveitslunum, sum fyrr var fastur táttur á nýggjársskránni í Vági. Broytingartíðir hava ført við sær, at nýggjársveitslan í dag er eitt minni, men aðrir tættir eru komnir í staðin, sum á sín egna hátt hava ríkað Nýggjárshaldið í Vági.

Um fáar tímar legst árið 2017 afturum bak. Árið 2017 legst afturat rúgvuni av árunum, sum okur í felag og hvør í sínum lagi fara at minnast aftur á. Nøkur okkara fara at minnast árið sum eitt gott ár við ríkum minnum, meðan onnur fara at minnast á 2017 við sorgblídni, sum árið, har tey mistu ein av sínum kæru.

 

Nýtt býráðsskeið byrjað

Í kommunalum høpi hevur 2017 verið eitt spennandi ár. 1. januar 2017 tók nýtt býráð við eftir kommunuvalið í november 2016. -Og hóast eitt býráð altíð byggir á lunnar, sum undanfarin býráð hava lagt, so hevur nýggja býráðið sett á skrá eina røð av spennandi og mennandi verkætlanum, sum fara at mynda kommunala virksemi komandi árini.

Seinastu árini hevur býráðið arbeitt miðvíst við at gera grundleggjandi dagføringar kring allan býin. Dagføringar av miðbýnum, av vegakervinum, gongubreytum og gøtuljósum. Dagføringar og nýgerð av drekkivatns- og spillvatnsskipanini. Dagføring og nýgerð av kommunalum bygningum.

Fokus er eisini sett á, at Vágs kommuna skal verða ein rein kommuna. Gomul, illa farin og óbrúkilig hús eru tikin niður og miðvís átøk eru gjørd fyri at rudda upp kring allan býin. Hesi átøk eru átøk, sum okur øll mugu verða partur av – og øll kunnu eisini gera mun, ung sum gomul.

Býráðið hevur komandi ár valt at raðfesta fleiri ymisk øki, sum hava til endamáls at gera tað enn betur at verða borgari í Vágs kommunu, bæði hjá børnum og ungum, hjá barnafamiljum, miðaldrandi, og hjá eldru ættarliðunum. Hesi viðurskifti eru umrødd í samband við fíggjarætlanina hjá Vágs kommunu fyri 2017.

Greitt er, at alt kann ikki gerast í senn og í einum, men við smáum miðvísum fetum á røttu leið koma okur fram á mál.

Miðvísa arbeiðið at skapa eitt gott stað at búgva tykist eisini hava við sær ávís úrslit, tí fólkatalið í Vágs kommunu er vaksið við umleið 70 fólkum síðan á heysti 2013, soleiðis at okur í dag telja umleið 1.365 fólk í kommununi.

 

Vinnan í framgongd

Í vinnuligum høpi er tað ein avbjóðing fyri okkum kring Vágsfjørð, at vinnuliga virksemi á flakavirkinum og av fiskiskipum við keiina í Vági, sum í áratíggju var partur av grundarlagnum hjá nógvum húsarhaldum her á leiðini, er farið í søguna.

Men har ein hurð fer aftur, eiga okur at hava í huganum, at aðrar latast upp og geva nýggjar møguleikar.
-Og okur hava jú her á staðnum sera dugnaligt vinnulív, sum ár um ár mennist, gongur nýggjar leiðir og harvið eisini hevur tikið ábyrgd og átikið sær virknan leiklut í at tryggja ein part av okkara lívsgrundarlagi.

Tað er eisini sjón fyri søgn, at ungar kreftir leggjast afturat lokala vinnulívinum. Nýggj andlit gerast sjónlig í kendum vinnum, samstundis sum nýggjar fyritøkur og nýggjar vinnur síggja dagsins ljós í nærumhvørvinum, og geva fólki og fakbólkum nýggjar møguleikar – og hetta gleðast okur øll um.

Tað er hugaligt at síggja, at nýtt virksemi verður skapt í gamla Polarfrost, sum verður um- og nýbygt til eitt nýmótans kryvjivirki. Og tað kennist eisini fløvandi, tá vinnufyritøkur skapa nýtt lív og nýggjar møguleikar í verandi kørmum og á tann hátt breiðka um vinnuliga grundarlagið, samstundis sum virðiligt innihald aftur kemur í nýgjørdar “gamlar” bygningar.

Kommunan kann ikki taka lut í vinnuligum virksemi, men roynir tó eftir førimuni at skapa so góðar karmar fyri vinnuna sum tilber, soleiðis at felags átøk kunnu skunda undir økt virksemi her á leiðini – vinnuni og fólkinum at frama.

 

Nýggir møguleikar og nýggjar leiðir

Kommunan hevur seinastu árini eisini roynt at verið ein virkin viðspælari, tá lunnar eru lagdir undir nýggja vinnu í nærumhvørvinum.

Upplivingarvinnan – sum fevnir um alt frá ferðavinnu, til ítróttarvinnu, til ítrótta- og upplivingarskúlar, og um mangt annað – telist millum skjótast vaksandi vinnur í Heiminum. Tað er tí heldur ikki av tilvild, at sterkt fokus er á at skapa nýggjar møguleikar fyri júst hesari vinnuni í Vági.

Á ferðavinnuøkinum eru Smátturnar við Laksá og kampingøkið á Eiðinum, saman við øðrum  uppraðfestingum á ferðavinnuøkinum, av stórum týdningi fyri framtíðar møguleikar innan ferðavinnuna. -Og tað er eisini púra greitt, at neyðugt verður við nógv fleiri gistingarmøguleikum í Vági, bæði nýbygging av fleiri smáttum/summarhúsum og “nýggjum” songjarplássum í verandi húsum. Stórur møguleikar eru í bæði Ból & biti (Bed & Breakfast) og í útleigan av húsum umvegis Visit Suðuroy og AirBnB.

Eitt økt tal av ferðafólki setur eisini krøv til aðrar tænastur og onnur tilboð, bæði á matstovum og kafe’um, og krøv um fleiri upplivingartilboð til vitjandi.

Hendan táttin fara okur í felag at taka upp fyrst í komandi ári.

Við dagføringum av Ítróttarøkinum á Eiðinum, nýggju umstøðunum í Páls Høll og Marghøllini, fara okur í Vági at fáa framúr tilboð og møguleikar til fyrimuns fyri okkara egnu ítróttarfeløg og -fólk. Men okur hava við hesum eisini skapt møguleikar til onnur ítróttarfeløg, -lið og -fólk og ikki minst møguleika fyri størri ítróttartiltøkum. Hetta skapar møguleikar fyri øktum virksemi, sum eisini røkkur inni í ferðavinnuna og førir við sær fleiri gistingar, meiri virksemi á matstovum og kafe’um og ikki minst tørv á útferðum í fjøru, á sjónum og í haga og bjørgum.

Lokalt eru fleiri fyritøkur sum royna at lofta hesum – og møguleikar eru eisini hjá fleiri at leggjast afturat. Eisini hendan táttin fara okur at umrøða eftir ársskiftið.

Við Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, sum helst er ein tann mest spennandi skúlin, ið stovnaður er í Føroyum í nýggjari tíð, er nýtt annarleiðis lív komið í býin. Tað er lívsgevandi at síggja lið av skúlanæmingum á ferð í nærumhvørvinum undir leiðslu av kønum undirvísarum, sum eisini hava leitað sær leiðina til Vágs.

Við heyst-, vár- og ársskeiðum har ung fáa upplivingar fyri lívið, er ein leinkja knýtt til hesar ungdómar, sum fer at fylgja teimum gjøgnum alt lívið – og teirra søgur úr Vági fara at verða sagdar víða um. Við hesum er Ítróttaháskúlin eisini vorðin ein av okkara týðandi ambassadørum, sum dregur ungdómar úr øllum landinum og uttan úr heimi til Vágs – og á hendan hátt verða knýtt nýggj sambond millum Vág og umheimin.

Ítróttaháskúlin gongur eini spennandi framtíð í møti har nýggir karmar verða skaptir, og árið 2018 fer eisini at føra við sær, at tað gerst uppaftur meiri spennandi at koma til Vágs á Ítróttaháskúlan í Suðuroy.

 

Góðar vónir til 2018

Um fáar tímar bjóða okur nýggja árinum vælkomnum – og góðar vónir eru til 2018. Vónir um nýtt vinnuligt virksemi og vinnulig átøk, sum fara at skapa økt virksemi kring fjørðin og í allari oynni. Vónir um at nýggju møguleikanir á ítróttar, skúla, og mentanarøkinum fara at skapa bæði økt virksemi og gera tað enn meiri spennandi at búleikast her á staðnum. Vónir um at tær raðfestingar kommunan hevur valt at gera, eisini fara at avspeglast í einum betri trivnaði borgarunum at frama.

 

Heimskenda Nýggjárshaldið í Vági

Seinastu dagarnir hevur stórt lið av fólki kring allan býin hjálpt til at fyrireika stórslidna Nýggjárshaldið í Vági, sum ikki bara er kent kring allar Føroyar, men eisini úti í stóru verð.

Tað er eisini við stóltleika, at okur kunnu staðfesta, at vitjandi úr bæði USA, Fraklandi, Týsklandi, og Italia, sum onki tilknýtið hava til Vág ella Føroyar, eru komin langa leið at uppliva Nýggjárshaldið í Vági. Afturat hesum gestum er eisini stórur riðil av familjum, vinum og kenningum úr grannalondunum, sum aftur í ár hava leitað sær til Vágs á ársins síðstu nátt.

Nýggjárshaldið í Vági er onkursvegna vorðið ein av okkara ímyndum. Men onki kemur av sær sjálvum! Hjartans tøkk til tykkum, sum stungið út í kortið fyri fleiri enn 50 árum síðani, og til tey nógvu hundraðtals fólkini sum síðani og framvegis í dag leggja tíð og orku í at gera Nýggjárshaldið í Vági til nakað heilt serligt.

Ein av drívmegunum handan Nýggjárshaldið er kenslan av at verða partur av einum felagsskapi, sum virkar fyri nøkrum góðum. Tað fløvar at taka felags lógvatøk og saman lyfta tungar byrður. Samanhaldið gerst gott og kenslan av at eiga heima gerst sterk.

– Og júst samanhaldið, felagskenslan og kenslan av at eiga heima er so avgerandi fyri framtíð okkara her á staðnum, tí sum H.C. Jensen, gamla skúlastjóranum í Janderup í Vestjútlandi, plagdi at siga:

Ongin dugir alt !

Men øll duga og kunnu okkurt !

Og í felag kunna okur næstan alt !

 

Øllum verður ynskt eitt gott og eydnuberandi nýggjár, við takk fyri tað brátt farna árið.

 

Dennis Holm, borgarstjóri