Børn og ung eisini raðfest í 2018

Seinastu árini hevur Vágs kommuna raðfest økið Børn og ung, 2018 verður onki undantak.

Nú fíggjarætlanin fyri 2018 er samtykt er eisini greitt, at komandi ár verður farið undir 1. stig í útbyggingini av dagstovninum Eikilund. Harumframt verður eisini farið undir at betra um umstøðurnar á spæliplássinum við Eikilund, eitt átak sum verður gjørt í framhaldi av fíggjarætlanini fyri inniverandi ár.

Í Dagrøktarhúsinum verður komandi ár eisini farið undir at gera dagføringar, eins og eitt ynski hevur verið seinastu árini. Umframt íløgurnar á dagstovnaøkinum, verður í 2018 eisini gjørd ein uppraðfesting av tilboðnum á dagstovnaøkinum við tað at eitt stuðulstoymið við m.a. ergoterapeauti og fysioterapeauti verður knýtt at dagstovnaøkinum.

Komandi ár verður eisini farið undir at dagføra spæliplássið í miðbýnum, soleiðis at tað kann gerast innbjóðandi bæði fyri fólk her á staðnum og vitjandi.

Játtan er eisini sett av til virksemi hjá Ungdómsnevndini, sum saman við Ungdómsráðnum ger at gera ætlan fyri 2018.