Marghøllin by night

Sjálv høllin, sum er 75 x 50 m. er nú sett upp og handað Vágs Ítróttarráð. Marghøllin skrivar á heimasíðuni at nú høllin er liðug og handað, er farið undir arbeiði at byggja upp innibygning við øllum hentleikum frá skiftirúmi til fundar- og undirvísingarhøli, og um el-arbeiðið.

Innibygninginum standa byggifyritøkurnar Norcon og SH-Bygg fyri, meðan MR-EL stendur fyri el-arbeiðinum.

Fylgjast kann við byggingini Marghøllini í Vági á Facebook (Marghøllin í Vági) og á heimasíðuni www.marghollin.fo.

Myndina tók Bárður Gunnarstein Nielsen.