Nýggja ungdómsráðið í Vági havt fyrsta fundin

Herfyri varð millum ung í Vági valt Ungdómsráð, sum skal arbeiða í tættum samstarvi við Ungdómsnevndina hjá Vágs kommunu.

Vágs kommuna hevur longu latið nýggja Ungdómsráðnum egin fundarhølir, har tey kunnu arbeiða við ungdómsarbeiði og fyrireika tey evnir, sum tey ynskja á kommunal-politiska dagsskrá; og Ungdómsráðið er eisini farið til verka. Í vikuni løgdu tey á fundi fram sínar ætlanir fyri Ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu.

Vit eru sera fegnin um, at vit nú hava fingið eitt Ungdómsráð í Vági og at ungdómsarbeiðið í Vágs kommunu við hesum kann verða uppraðfest, sigur Levi Mørk, formaður í Ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at tey ungu sjálvi eru við til at mynda, hvat innihaldið skal verða í ungdómsarbeiðinum hjá Vágs kommunu. Tey komu við fleiri spennandi ungdómsverkætlanum, sum vit fara at seta á skrá og royna at føra út í lìvið saman viđ Ungdómsráðnum, sigur Levi Mørk, formaður í Ungdómsnevndini.

Í nýggja Ungdómráðnum eru: Mikala Vilhelm, Fríði Stenberg Olsen, Páll Guðmundsson Jacobsen, Natalia Skorastein, Sirið Brattaberg Evaldsdóttir og Johanna Dam.

Í Ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu eru Levi Mørk, formaður, Eyðbritt Krosslá og Anna B. Samuelsen.

Myndin: Ungdómsráðið á fundi viđ Ungdómsnevndina.