Nýggj reglugerð fyri flogfenaðhald sett í verk

Vágs Býráð hevur á fundi 28. august 2017 samtykt reglugerð fyri flogfenaðhald, har endamálið við reglugerðini er at tryggja, at flogfenaðhald ikki elvir til ampa fyri grannar og onnur.

Reglugerðin umfatar bæði nýggj flogfenaðhald og tey, sum eru í tættbygdum øki, tó er vinnuligt virksemi undantikið. Tey, ið ætla at halda flogfenað, eiga at boða næstu grannum sínum frá, og kunnu spyrja seg fyri hjá kommununi, um ivamál eru

Flogfenaðhald, ið longu eru skipað, áðrenn reglugerðin kom í gildi, kunnu halda fram, sum er, men kunnu koma undir  reglurnar , hvussu skal gerast við búr, girðing, fóður, tøð osv. Forboð ella krøv kunnu verða sett teimum, ið hava flogfenaðhald.

Reglugerðin ásetur millum annað, at ikki er loyvt at hava flogfenað gangandi leysan á gøtu, vegi ella øðrum øki, sum er opin fyri vanligari ferðslu ella aðrari atgongd hjá fólki. Eisini mugu hanar ikki vera uttandura millum kl. 21 á kvøldi og kl. 8 á morgni.

Reglugerðin fyri flogfenaðhald kemur í gildi 15.oktober 2017.

Reglugerðin er her: Reglugerð fyri flogfenaðhald í Vágs Kommunu