Brot úr Vágs søgu við serligum denti á eldru kommunusøguna

Poul Andreasen, søgukønur, hevði í 110 ára vikuni fyrilestur undir heitinum “Brot úr Vágs søgu við serligum denti á eldru kommunusøguna”. Fyrilesturin er her.

 

Vágur fyri góðum 200 árum síðani

Í 1769, tá ið fyrsta fólkateljing fór fram í landinum, búðu í Vági um 70 fólk. Í 1801 búðu í Vági um 100 fólk, og húsatalið var bara 16. Tey uttastu húsini í bygdini vóru í Toftum, og bøgarðurin var við Krosslið, men har var einki hús. Næstu húsini vestureftir vóru við Hvanndalsá. So vóru bóndahúsini á Skála. Á Oyri vóru tvey hús, í Brekkukeri einki, í Smillum tvey, við Misá tvey og við Gjógvará tvey. Størsti býlingurin var við Kráir, har vóru  trý hús. Síðani vóru ikki fleiri hús í bygdini tá.

Fyrr í tíðini bygdu menn á skattagrundir ella bara grundir, sum tað varð nevnt. Hesar grundir vóru har sum býlingarnir í bygdini eru og var eitt slag av felagsogn. Tær gomlu grundirnar í Vági vóru Toftagrundir, Hvanndalságrundir, Oyragrundir, Brekkugerðargrundir, Smillagrundir og Kráagrundir. Tað vóru byggilendini í bygdini. Skattagrundirnar svaraðu soleiðis til nútíðar útstykking. Men longu í 1800-talinum og serliga í seinnu helvt fóru menn at byggja á ognarjørð uttan fyri skattagrundirnar.

 

Nólsoyar Páll og aðrir byggja Royndina Fríðu

Um hesa tíðina fer stórhending fram her í Vági –  á Fløtuni Fríðu – á kaiøkinum, tá ið Nólsoyar Páll og hansara menn byggja Royndina Fríðu. Hetta var ikki nakað stórt skip at meta við skip í dag – nakað sum Fagriklettur, sum okur minnast, men bygd sum ein skonnart.

 Nólsoyar Páll. Tekning eftir Chr. Aignes

Stutt eftir at Nólsoyar Páll um ár 1800 var komin heim av langfarasigling, søkti hann saman við Jákupi bónda í Toftum í Vági og Peri bónda í Gjørðum í Porkeri, Rentukamarið um eitt lán uppá 1600-2000 ríkisdálar at keypa skip fyri. Hóast umsóknin var stuðlað av báði fúta og handilsforvaltara, fingu teir ikki lánið játtað. Teir góvust tó ikki so, men hugsaðu tí sjálvir um at fara at byggja sær skip. Á einum uppiboði í Hvalba, eydnaðist tað teimum at fáa keypt rovini av einum eingilskum skipi Sally og Polly, sum í 1803 var strandað har. Skipið ella rovini vórðu sleipað suður til Vágs, og á Fløtuni Fríðu løgdu teir skjølin til eina lítla skonnart. Teir smíðaðu sjálvir og aðrir, helst brøður Nólsoyar Páll hjálptu teimum. Jákup hevði smiðju í Toftum vestan fyri bóndahúsini Uppi í Stovu. Har smíðaðu teir allan seymin. Torv til eldin fingu teir av Snerruni í Sumbiarhaganum. Tað torvið var sum kol. Meðan Toftabóndin og Páll høvdu jarnsmíðið, høvdu Per bóndi og onkur bróður Nólsoyar Páll træsmíðið, og Hargabóndin læt alt síggið og spann tað sjálvur. Tað segðist, at ein kundi hoyra hamaran banka frá tíðliga á morgni til langt út á náttina. 

Royndin Fríða

 

6. august 1804

Hetta var ein stórur dagur í Vági, tí henda dagin varð nýggja skipið, sum fekk navnið Royndin Fríða, sjósett. Uttan iva hava menn og kvinnur í Vági og í bygdunum nærhendis og aðrastaðni við verið øgiliga spent, tá ið tey eru komin saman á Fløtuni Fríðu at vera til steðar, tá ið fyrsta skip, bygt í Føroyum, tað nakar visti um, varð sjósett.

Royndin Fríða var eitt valaverk, tað verður nevnt í einum skrivi frá apríl í 1805, og nakað tað sama stendur í danska blaðnum Dagen, sum kom út í Keypmananhavn.

Ein skuldi trúð, at tað at hava bygt skip í Føroyum fyri egnar pengar, varð róst og boðið vælkomið av myndugleikunum, men soleiðis var ikki, tvørturímóti. Myndugleikarnir í Føroyum royndu av øllum alvi at forða Nólsoyar Pálli og hansara monnum í sínum royndum at læra føroyingar at sigla og standa á egnum beinum. Kommandanturin á Skansanum Løbner kapteinur var tann, sum var á odda í hesum royndum. Hann sendi eitt klaguskriv fyri og annað eftir til Rentukamarið í Keypmannahavn, og tí høvdu menn í Keypmannahavn góðan kunnleika til, hvat ið Nólsoyar Páll tók sær fyri.

Jákup bóndi í Toftum var ein túr í Keypmananhavn við Royndini Fríðu. Úr hesum túri stóðst sakarmál, har m.a. Jákup greiðir frá hesum túri.

Royndin Fríða sigldi ikki í nógv ár, hon fór sín seinasta túr til Keypmannahavnar á sumri í 1808. Kríggj var og hungursneyð í Føroyum, men hon kom ikki vegin fram. Í Skagerak varð skipið tikið av einum enskum kapara og siglt til Gøteborg. Nólsoyar Páll og hansara menn vórðu krígsfangar, men tað eydnaðist Pálli við sínum diplomatisku evnum at koma í samband við tveir enskar admiralar og greiða teimum frá neyðstøðuni í Føroyum, og hví hann hevði gjørt hesa ferð, nevniliga fyri at keypa korn til Føroya. Teir vórðu sendir til London, tað var í oktober 1808. Og tað eydnaðist Nólsoyar Pálli so væl at greiða frá støðuni, at teir ensku myndugleikarnir vóru til hjálpar í allar mátar. Hann fekk eitt annað skip, North Star, í staðin fyri Royndina Fríðu. Og hann fekk korn og aðrar vørur umborð á skipið, sum so skuldi sigla til Føroyar.

Okur vita, at North Star lá í London 17. november 1808, men okur vita ikki, nær ið skipið er farið avstað. Okur vita, at veðrið í november og desember mánaðunum var ringt. Skipið kann vera gingið burtur, men tað vóru teir sum hildu, at Nólsoyar Páll og hansara menn vórðu tiknir av døgum av sínum mótstøðumonnum, og kaparaskip hevur skotið North Star til botns. Ein av teimum, sum hevði hesa uppfatan, var Jákup Nolsøe, beiggi Nólsoyar Páll.

Okur vita ikki hvat ið er hent, men deyði Nólsoyar Páls skapti eitt tómrúm í Føroyum. Hungurneyðin var stór, vánaligur fiskiskapur var, fáar grindir at síggja, og seyðurin var illa fyri.

Longu í 1810 byggja nólsoyingar og menn úr Suðuroy eina lítla skonnart í Suðuroy. Hetta skipið var væl minni enn Royndin Fríða, og siglt varð við tí millum oyggjarnar. Okur vita eisini, at Jákup bóndi í Toftum var formaður/skipari á hesum skipi á eini ferð til Leith eftir vøru. Men heldur ikki hesum skipi var langt lív lagað, tað gekk burtur á eini ferð úr Suðuroy til Havnar.

 

Fríhandil

Presturin Jóhan Hendrik Schrøter, sum búði í Leirum í Hvalba, men helt nógv til á garði sínum við Gjógvará, royndi at fáa handilssamband millum Suðuroynna og Ongland, tí hann sá tann stóra vandan at sigla hesa longu leið úr Suðuroy til Havnar at keypa korn og aðrar vørur, og mangan komu bátar aftur við nærum ongari vøru ella vánaligari vøru.

Eftir at Eikitoftabáturin var gingin burtur á ferð úr Havn til Suðuroyar, varð ein deild av kongaliga handli í Havn, bygd á Tvøroyri (1836), og nú var styttri at rógva hjá monnum.

Frá 1. januar 1856 at rokna stóð tað einum og hvørjum føroyingi eins og útlendingi, sum var 25 ára gamal, hevði fast tilhald (holde dug og disk) í Føroyum og hevði gott orð á sær, frítt fyri at stovna handil.

——–

Tey fyrstu handilsloyvini í Vági (1856-1900)

Hesir høvdu ætlan um at handla í Vági, tó var tað so, at nakrir av hesum ongantíð høvdu handil.

  1. 8. mars 1856 Jaspur Augustinussen í Smillum, húsmaður, 40 ára gamal
  2. 25. mars 1857 Daniel Jacob Jacobsen á Skála, bóndi, 44 ára gamal, deyður 1875
  3. 25. mars 1857 Joen Jacob Jacobsen í Lopra, óðalsmaður, 48 ára gamal
  4. 1. mai 1857 Joen Jacob Joensen, óðalsmaður, 42 ár
  5. 18. juli 1857 Jacob Jacobsen í Toftum, yngri
  6. 4. august 1858 Thomas Johan Augustinussen (Johan í Smillum), 35 ár
  7. 9. juni 1860 Jacob Dahl á Gørðunum, 23 ár
  8. 18. januar 1861 Jens Mohr Augustinussen (Mortan í Smillum), 30 ár, deyður 1877
  9. 10. juli 1863 Daniel Michael Frederik Joen Willumsen við Misá, yvir 25 ár
  10. 8. januar 1866 Magnus Michelsen við Hvanndalsá, yvir 25 ár
  11. 21. juni 1866 William Askham í Vági, yvir 25 ár
  12. 10. august 1866 Thomas Frederik Michelsen, føddur í Kunoy, yvir 25 ár
  13. 9. mai 1868 Petur Hans Dahl við Krosslið, yvir 25 ár
  14. 7. juli 1875 Jacob Weyhe við Hvanndalsá, 32 ára gamal
  15. 16. oktober 1876 Nap. Mortensen, krambakallur á Tvøroyri, yvir 25 ár
  16. 10. sept 1881 Napoleon Nolsøe á Marknoyri
  17. 12. august 1884 Hans Jacob Hjelm á Løðhamri
  18. 16. juli 1891 Jens Pauli Skaalum úr Hvalba
  19. 30. januar 1897 Daniel Johan Vilhelm við Misá
  20. 10. mars 1897 Magnus Vinther í Brekkugerði
  21. 1. des. 1898 Johan Mortensen á Marknoyri

———

Vágs kommuna frá 1. oktober 1907

Við lóg nr. 30 frá 28. februar 1872, sum kom í gildi 1. oktober 1873, fingu Føroyar eina kommunuskipan, sum býtti landið sundur í kommunalar eindir. Suðuroyar sýsla gjørdist ein kommuna við tí langa navninum Forstanderskabet for de forenede Sogne i Suderøes Præstegjeld. Øll Suðuroyggin var tá eitt prestagjald, men hvør sóknin var tó ein sjálvstøðug eind við sínum egna roknskapi.

 

Av Marknoyri og vestureftir

 

Longu í 1878 fór Hvalbiar sókn burtur úr felagskommununi, og árið eftir fór Froðbiar sókn burturúr. Hinar sóknirnar í oynni Fámjins sókn, Porkeris sókn, Vágs sókn og Sumbiar sókn vórðu verandi eftir í felagskommununi inntil 1907, tá ið Vágs sókn fór burturúr, og árið eftir fóru hinar sóknirnar burturúr. Í 1930 varð bygdin á Nesi, sum hevði verið í Porkeris sóknar kommunu, løgd saman við Vágs sóknar kommunu.

Í 1907, tá ið Vágs bygd gjørdist kommuna, var bygdin í stórum vøkstri við 645 fólkum og 104 húsum. Eini 20 skip og nógvir smærri bátar vóru í bygdini. Nógv fólk flutti til bygdina at arbeiða í fiski, og nógvir menn komu úr øðrum bygdum at fiska við sluppunum. Útróðurin var nógvur, báði eystanfyri og fyri vestan.

Beinanvegin, eftir at Vágur frá 1. oktober 1907 at rokna var sjálvstøðug kommuna, varð farið undir at útbyggja bygdina, gera vegir, fáa til vega byggigrundir, byggja havnina, skúlan og annað. 

—————

Yvirlit yvir reiðaravirkir fyri góðum 100 árum síðani

Um okur fara ein túr fram við strondini í Vági av Marknoyri og vestureftir gjøgnum bygdina fyri góðum 100 árum síðani og finna fram tey handils-og reiðaravirkir, sum tá vóru, men sum ikki eru longur:

 

Askhams handil og Mortensens handil á Marknoyri

Í 1862 bygdi onglendingurin William Askham eitt pakkhús á Marknoyri. Askham var tað, sum tey fyrr nevndu spekulantur, ferðaðist við skipum sínum pláss av plássi og seldi vørur. Seinni bygdi hann sethús og krambúð á Marknoyri. At stýra handlinum hjá sær á Marknoyri hevði hann handilsfaktorar, sum tað varð nevnt. Nólsoyingurin Wensil Pálsson var faktor hjá Askham í nógv ár. Askham tók eisini ímóti fiski. Hetta var tann tíðin, tá nógvir hetlendingar fiskaðu undir Føroyum, og tað hendi seg meira enn so, at hesi skip avreiddu til Askham. Askham var soleiðis tann fyrsti, sum útflutti klippfisk úr Vági. Eisini tók hann móti vørum, sum fólk vildu selja til handilin,

so sum lýsi, troyggjur, hosur o.tl. Hesar vørur skipaði hann umborð á skip, og fyri tað mesta gekk leiðin til Liverpool. So sigast kann, at Askham hevði stóran týdning fyri menningina av Vágsbygd fyri 150 árum síðani. Í 1877 seldi Askham handilshúsini á

Marknoyri og flutti til Onglands, men stutt eftir flutti hann til Australia.

Gamli Johan Mortensen á Tvøroyri keypti handilshúsini hjá Askham á Marknoyri. Wensil Pálsson var eisini handilsfaktor hjá Mortensen inntil 1881, tá Napoleon Nolsøe tók við. Tá ið Nap. Nolsøe sjálvur fór at handla á Marknoyri, stýrdi Johan Mortensen,

sonur Napoleon Mortensen, handlinum. Mortan Djurhuus av Nesi, sum seinni búði við Hvanndalsá, kom sum blaðungur í handilin hjá Askham. Hann stóð fyri handlinum hjá Mortensen á Marknoyri tey fyrstu árini, inntil Johan Mortensen sjálvur kundi standa fyri

handlinum. Á Marknoyri vóru skipini: Vigilant, Tjaldur, Maritana og Morning Star.

Hetta var stórur handil, har fleiri skip landaðu, og nógvur fiskur varð turkaður til klippfisk. Mortensens handil á Marknoyri varð í 1926/27 umskipaður, men tær ringu tíðirnar fyrst í 1930-unum tóku handilin av fótum.

Hjá Nap. Nolsøe á Marknoyri. Uttanfyri er handilin hjá Mortensen

 

Handilin hjá Nap. Nolsøe á Marknoyri

Hesin handil var beint vestan fyri Mortensens handil. Nap. Nolsøe, sum var systursonur gamla Johan Mortensen á Tvøroyri, byrjaði fyri seg sjálvan 1895/96. Hesin handil gav eisini nógv arbeiði til fólk, ikki bara fólk úr Vági, men eisini til fólk úr grannabygdunum. Tá ið sluppirnar vórðu keyptar, setti Nap. Nolsøe pening í fleiri av teimum. Nolsøe átti skipini: Heimdal, Reginu, Vivid og Elina. Í 1905 bygdi hann motorbátin Ormin Langa, og tað var fyrsti motorbátur í Vági. Harafturat vóru motorbátarnir: Ormurin III, Finnurin og Jarnbardur. Frá 1904 hevði handilin navnið Nap. Nolsøe og sønner, og synirnir Hans, Johan og Petur gjørdust medeigarar. 1930-árini vóru trupul ár, og í 1938 læt handilin aftur, men læt uppaftur undir navninum firma Laura Nolsøe. Henda fyritøka var til einaferð fyrst í 1960-unum, tá hon læt aftur.

 

Handils- og reiðaravirkið á Tjørn

Longri vesturi í bygdini var handils-og reiðarvirkið á Tjørn. Petur H. Dahl loysti handilsbræv í 1868. Øll árini inntil 1876 handlaðu teir (Jógvan og Petur) við Krosslið fyri Restorffs handil í Havn, men hettað árið varð handilin fluttur oman á Tjørn, har Petur hevði bygt pakkhús. Í 1875 var Petur Hans við til at stovna »Suderø

Handelsforening« saman við bróðrinum Jákupi Dahl á Gørðunum, Tærgesen faktori á Tvøroyri, Per í Gjørðum bónda í Porkeri og Gudmundi Effersøe sýslumanni. Seinni kom Jóhannes Poulsen í Sumba uppí. »Suderø Handelsfarening« var ein rættuliga

stór fyritøka tá í tíðini, átti skip og handilsbygningar umframt á Tvøroyri, eisini í Porkeri, Vági og Sumba. Men fyritøkan fór á húsagang í 1886, og eigararnir mistu nógvan pening. Men hóast hetta misti Petur Hans ikki mótið, hann yvirtók tann bygning, sum »Suderø Handelsforening« átti á Tjørn, og legði støðið undir eitt stórt virki. Tíðin í 1880-unum var ein vánatíð, fiskaprísirnir vóru lágir og fleiri handilsfyritøkur fóru á heysin. Tað var ikki fyrrenn komið varð inn í 1890-ini, at rættulig gongd kom á, og tá komu eisini nógvar sluppir til landið. Reiðaravirkið á Tjørn átti hesar sluppir: Vágbing, sum var fyrsta skip, keypt úr Onglandi til Vágs, Lauru, Kittiwake, Ben Stark og Harry. Synir Petur Hans, Jóan Jakku og Tummas, hildu fram í faðirins fótasporum. Tríatiárini vóru mangari handilsfyritøku at bana, og soleiðis var eisini við handlinum á Tjørn. Teir máttu gevast í 1937. Sama ár varð P/f Tjørn stovnað og tað helt fram til einaferð í 1950-unum.

Á Tjørn, Málningur eftir J. Waagstein

 

Handilin á Løðhamri

Hans Jákup Hjelm stovnaði handilin á Løðhamri. Sum ungur hevði hann lært til bátasmið hjá Johan í Mikladali. Sum bátasmiður var Hans Jákup tiltikin, og onkur bátur er til enn, sum Hans Jákup hevur smíðað. Hans Jákup fekk handilsloyvi í 1884, og hann

bygdi sethús og handilshús á Løðhamri. Handilin var í uttara enda og sethúsini í vestara enda á lonini. Í 1890-unum keypti Hans Jákup 4 skip: Janet Leask, eitt lítið skip, sum Godtfred Heinesen í Miðvági hevði átt, og sum bróðurin Niels Petur Hjelm førdi. Stutt

eftir keypti hann sluppina Robert Miller, Stanley og Snowdrop. Hans Jákup gjørdist tíðliga sjúkur maður, og hann doyði longu í 1903. Sonur hansara var Jaspur A. Hjelm. Sum ungur var hann í handlinum hjá pápanum eins og Dánjal Thomsen úr Króki í Hvalba. Eftir at Hans Jákup Hjelm var deyður, keyptu Jaspur Hjelm og Dánjal Thomsen handilin á Løðhamri, og teir høvdu rættiliga stóran handil saman, sum hevði

navnið D.J. Thomsen og Co. Umframt Robert Miller, sum gekk burtur í 1914, høvdu teir Karina og Jane Elisabeth. Dánjal Thomsen flutti í 1923 niður til Danmarkar at búgva, og Jaspur hevði nú fyritøkuna á Løðhamri einsamallur. Í 1920-unum

og 30-unum var Jaspur millum størstu handilsmenn í landinum. Í 1927 bygdi hann nýmótans turkihús, tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum, og tá kom rættilig gongd á fiskaturkingina. Fiskaplássini á Løðhamri vóru tey størstu í bygdini. Jaspur Hjelm átti skipini: skonnartirnar Standard, Yvonnu og Polarbjørn og sluppirnar: Milly, Maritanu, Carl, Agnes Louise, Alduna og Poulinu. Polarbjørn, Milly, Aldan og Poulina fórust undir krígnum. Handilsvirkið á Løðhamri helt uppat í 1959.

 

Sluppin Carl liggur við Løðhamarsbrúgv

 

Handilin hjá Magnus Veyhe

Jákup Veyhe fekk handilsloyvi í 1875, hann var sonur Magnus Mikkelsen, handilsmann við Hvanndalsá. Jákup Veyhe bygdi krambúð vestan fyri handilshúsini á Løðhamri. Hetta var ongantíð nakar stórur handil, tó so Jákup Veyhe tók onkuntíð ímóti fiski frá útróðrarbátunum og turkaði hann til klippfisk. Við krambúðina vóru fiskapláss, og brúgv var eisini. Hann átti fiskahús í Porkeri. Tá ið Jákup Veyhe legði frá sær, yvirtók sonurin Magnus Veyhe handilin. Magnus Veyhe hevði sum ungur verið sjómaður, lærdi til stýrimann á Bogø og førdi City of Norwich í fleiri ár. Tað, sum tey flestu eldri minnast krambúðina hjá Magnusi Veyhe fyri, er sprittsøluna. Handilin var í tveimum, í uttara enda var krambúðin, og í vestara enda stóð spritttunnan millum ein hóp av tómum trípeglafløskum. Fólk úr allari sunnaru helvt av Suðuroy komu til Vágs at keypa spritt frá Magnusi Veyhe. Tað var Jákup Veyhe, seinni Magnus, sum átti pakkhúsið Valenzia.

 

Krambúðin hjá Magnusi Veyhe. Uttanfyri er Valenzia

 

Handilin á Gørðunum

Jákup Dahl fekk handilsloyvi í 1860 og fór at handla fyri Thomsen á Tvøroyri.

Jákup bygdi sethús og handil á Gørðunum hetta sama árið. Sum nevnt var Jákup ein av ánarunum av »Suderø Handelsforening«, og tá henda fyritøka fór av knóranum, misti Jákup nógvan pening. Í Vági varð róð út báði av Vágsfirði og av Eiðinum. Hesin fiskur varð avreiddur til handilsmenninar, sum síðani læt hann turka til klippfisk. Men hesin klippfiskur líktist ikki tí hvíta og harða klippfiskinum, sum seinni varð turkaður. Hann var gráur á liti og ikki so hart turkaður sum seinni. Vanligt var um hesa tíðina at fólk í bygdini fingu fisk frá handilsmonnunum at turka. Tey turkaðu henda fisk, vanliga í mølini ella á hellum, men onkur hevði smá fiskapláss at turka á. Jákup var eisini við, tá langbummarin Karin varð keypt til Vágs. Tey árini gekk tað eisini striltið. Tað var ikki fyrr enn í 1890-unum, at rættilig gongd kom á. Fyrsta sluppin, sum Jákup eigur einsamallur er Johanna, hon kemur í 1894, síðani koma skipini slag í slag. Handilin veksur í stórum, og úthandlar verða bygdir í ymsum bygdum. Garðahandilin gjørdist tann størsta handilsfyritøkan í bygdini og ein tann størsta í landinum. Gamli Jákup Dahl doyði í 1915, og synirnir Jógvan, Magnus og Petur, sum frá ungum árum høvdu gingið faðirinum til handa, tóku eftir. Fyrsta krambúðin á Gørðunum stóð vestan fyri sethúsini,

nevnd gamla krambúð. Um 1905 byggir Jákup Dahl stór sethús oman fyri tey gomlu, og tá verður krambúðin flutt og innrættað í sethúsunum uttan fyri gomlu krambúð. Í 1929 fór stór útbygging av Garðavirkinum fram. Tá vórðu sethúsini umbygd til krambúð í neðra og toystovu og skrivstovur í erva. Stórt turkarí varð bygt, har sum krambúðin hevði verið, og bygt varð uppí úteftir. Handilin á Gørðunum varð hart raktur av fíggjarkreppuni í 1930-unum, og í 1933 varð fyritøkan gjørd til partafelag.

 

Á Gørðunum

Skipini á Gørðunum vóru: Johanna, sum siglir enn, Albert Victor, Cyclone, Prinsessan, Snowdrop, H.M. Stanley, Traveller, City of Norwich, Havgásin, Mercur, Immanuel, Victory, Beinisvørð, Sunbeam, Gefion, Cheerfull og Mercur, og so motorbátarnir Helga, Jupiter, Esbjerg, Uranus, Venus, Saturn, Arne, Leif og Sjúrður. Seinni komu fleiri skip.

 

Mortensens handil á Gørðunum

Mortensens handil á Tvøroyri hevði úthandil í Vági. Napoleon Mortensen, sonur gamla Johan Mortensen og seinni nevndur Napoleon á Hvítanesi, stýrdi heusm handli. Hann bygdi sethús á Gørðunum, sum seinni vóru goymsluhús og trolloft hjá garðamonnum. Napoleon Mortensen stóð fyri hesum úthandli inntil 1891, tá hann flutti norður aftur á Tvøroyri at stýra handlinum á Hvítanesi, sum partafelagið Mortensen hevði keypt.

Hetta vóru handilshúsini, sum »Suderø Handelsforening « áður hevði átt. Jens Pauli Skaalum úr Hvalba stýrdi síðani handilinum hjá Mortensen í Vági. Seinni fór Jens Pauli sjálvur at handla (handilin hjá Kissa), og aftaná Jens Paula stýrdi Dánjal Jákup Mortensen, sum seinni fekk sær eftirnavnið Enni, úr Øravík, handilinum. Tá

átti Niels Juel Mortensen henda handil. Tað var í 1917, at Garðamenn keyptu ognina hjá Niels Juel Mortensen í Vági.

Hjá Sanduri við Misá

 

Handilin hjá D.J. Vilhelm við Misá

Danjal Johan Vilhelm við Misá byggir í 1896 stór hús á Mýri, har hann fór at handla. Pápi hansara Danjal Michal við Misá fekk longu í 1863 handilsloyvi, men helst hevur hann ikki havt handil. Danjal Johan tók eisini ímóti fiski frá útróðrabátunum. Og nøkur ár átti hann sluppina Sunbeam og Silver Lining, umframt motorbátarnar Godthaab, Fremad og Nordan.

Hetta vóru handilsvirkini í Vági fyri góðum 100 árum síðani. Seinni komu onnur til.

Her er at nevna J.A. Godtfred (hjá Diasi). Dias keypti í 1913 sluppina Kristinu, hann seldi hana aftur í 1919. Hesi árini, Dias hevði Kristinu, var hann bestur at fiska í Føroyum. Seinni fekk hann skipini: Norðfarið, W.G Marshall, Norðhavið og Silver Spray. Í 1932 bygdi Dias stórt turkarí á Fløðulið. Fyritøkan hjá Diasi støðgaði í 1963.

 

Yvonna við Diasa brúgv

 

Tummas Johan Vilhelm (Tummas við Kráir) keypti í 1914 sluppina Mariu og í 1920 sluppina Gracie og 1930 St. Jaques saman við Óla Horn.

Fleiri onnur smáreiðaríir vóru í bygdini, sum bara høvdu eitt skip. Øll hesi reiðaravirkir høvdu stóran týdning fyri vinnulívið í Vági. Fólk úr øllum landinum komu til Vágs at arbeiða í fiski, og nógv av hesum fólkum settu búgv í bygdini.

 

———————

 

Byggigrundir

Vágs kommunua átti, sum vera man, ongar byggigrundir, tá ið kommunan gjørdist sjálvstøðug í 1907. Men rættiliga tíðliga varð hugsað um at fáa byggilendi, so at fólk kundu byggja hús. Nógvir tilflytarar komu til Vágs, og teir kundu so keypa grundir frá kommununi. Fyrstu kommunalu útstykkingarnar vóru í Brekkubø, á Skálabeiti, í Toftabø og í Lágabø. Á Skálabeiti varð bygt longu undir fyrra krígnum, og í Lágabø í 1920-unum og seinri.

Seinri (um 1930) keypti kommunan byggigrundir í Toftalíð, niðan fyri vegin, seinri eisini omanfyri. Um somu tíð varð eitt øki av prestgóðsinum, vestan fyri Gjógvará, útstykkjað. Ein útstykking var eisini á Mýrunum nakað seinri.

Seinri aftur hava fleiri kommunalar útstykkingar verið: á Gjógvarábøi, á Skálabøi, í Toftalíð og á Marknoyri.

 

Vágseiði

Vágseiði hevur frá araldstíð havt stóran týdning fyri vágbingar. Tað var stutt út á fiskimiðini, men lendingarviðurskiftini hava ongantíð verið góð. Tá ið viðraði, varð róð út av Eiðinum. Bar til at lenda í Kleivini, varð tað gjørt, annars varð lent í Múlagjógv. Múlagjógv var góð at lenda í, men tað var langur vegur og illa gongt heim á Eiðið. Fiskurin varð allur borin heim av Eiðinum. Konur komu vestur á Eiðið at taka ímóti monnunum og bera teimum ein flógvan munn, tá ið teir móðir løgdu at landi. Konufólkini bóru eisini mangan leypin av Eiðinum og heim í bygdina. Eftir at vegirnir vóru komnir, varð fiskurin koyrdur heim í bygdina í bili.

 

Á Eiðinum. Makaleysi hjá Lávusi við Misá verður drigin á sjógv

Tey gomlu neystini á Eiðinum stóðu sunnan Garð. Frá gamlari tíð hava tey verið fýra í tali. Har stóðu Toftabátur, Oyrarbátur, Gjógvarábátur og Smillabátur. Toftirnar standa enn sum eitt minni um ta gomlu tíðina. Vónandi kunnu  hesar toftir standa og kanska verða bygdar uppaftur. Tað fimta neystið, sum er tað norðasta sunnan Garð, áttu teir á Gørðunum, tað varð bygt seinri. Fram við norðursíðuni á vegnum vóru seinri nógv neyst bygd.

Í 1890 varð eitt spæl gjørt at hála bátarnar upp við. Kleivin varð løgd í betong í 1929. Í 1906 varð ein tráðbani gjørdur, og hesin tráðbanin var, líka inntil tann stóri elektriski tráðbanin kom í 1929.

 

Málningur eftir William Smith

Tráðbanin var í brúki í 1930-unum og í 1940-unum. Í 1950-unum minkaði útróðurin av Eiðinum heilt nógv, og tráðbanin varð tí lítið brúktur. Tráðbanin stóð so til hann onkuntíð í 1970-unum varð tikin niður. Enn síggjast stabbarnir, har trábanin stóð.

 

Grótbrotið á Eiðinum

Eitt annað virksemi á Eiðinum var grótbrotið. Nógvir mans hava arbeitt í grótbrotinum gjøgnum árini, nakrir stutta tíð, meðan nógvir vóru í fleiri ár. Av Eiðinum fekst so grót og skervur. Eftirspurningurin eftir skervi var stórur, og skervurin var serliga brúktur til húsagrundir. Grótbrotið varð niðurlagt fyrst í 1980-unum.

 

Skúlin

Ein skúlastova varð bygd í 1875 á Oyralaði, givin av brøðrunum Peturi og Jákupi Dahl. Í 1884 varð nýggjur skúli bygdur við læraraíbúð í eystara enda. Skúlabarnatalið vaks í stórum, og í 1909 varð ein hædd bygd upp á skúlan, so sum hann sær út í dag. Nú blivu tað tvær skúlastovur, lærarin hevði uttara enda til  bústað. Lærarin búði øll árini í skúlanum inntil 1917, tá ið hann flutti í onnur hús. Nú blivu 3 skúlastovur í skúlanum. Tað fjórða rúmið varð brúkt til kommunuskrivstovu.

 

Skúlin á Oyralaði. Lærarin búði í uttara enda

 

Í 1922, tá ið tann fjórði lærarin varð settur (barnatalið var tá 240 skúlabørn), varð tað uttara rúmið í niðaru hædd, har sum kommunuskrivstovan var, tikið til skúlastovu. Tá varð kommunuskrivstovan flutt út í tey stóru kommunuhúsini í Lágabø.

Broeng, sum var 1. lærari í Vági í nøkur ár, heitti í 1930 á kommununa at gera eina brúgv vesturi á Vatninum, har svimjiundirvísing kundi vera. Henda brúgvin varð gjørd, og harafturat varð eitt hús við tveimum umklæðisrúmum bygt. Seinni varð ein brúgv gjørd á suðursíðuni á Vatninum. VB brúkti húsið í nógv ár.

Ynskir vóru frammi um at fáa realskúla í bygdini. Hesin skúli kom í 1929. Vegna ov fá hølir, mátti elsti realskúlaflokkur ganga í skúla um kvøldið. Annars leigaði kommunan hølir, húsið vestan fyri skúlan og Avhaldshúsið (húsini hjá Hannu og Eiler). Tá ið nýggi skúlin í Tippinum varð tikin í brúk í 1951, varð hesin trupulleiki loystur.

Í 1920-unum varð tosað um at byggja nýggjan skúla. Heitt varð á Tórgarð arkitekt í Havn um at gera uppskot til nýggjan skúla. Kostnaðurin fór at liggja um 275.000 kr.

Men tíðirnar vóru vánaligar, og einki spurdist buturúr nakrari bygging fyrrenn undir krígnum.

Farið varð undir at byggja nýggjan skúla í Tippinum í 1942. Endaligi kostnaðurin lá um 750.000 kr., og 8. apríl 1951 varð hann vígdur. Um hesa tíðina var skúlabarnatalið um 350, og læraratalið øktist úr 6 upp í 11.

Eftir nýggju fólkaskúlalógini frá 1962 broyttist nógv, 8., 9. og 10. flokkar komu, og næmingar úr hinum bygdunum í sunnaru helvt gingu í skúlan í Vági. Neyðugt var at útbyggja skúlan, og læraratalið øktist. Í 1970 var læraratalið 17. Men ov trongligt var, og í desember 1975 samtykti býráðið at byggja nýggjan skúla á økinum oman fyri kirkjuna. Harafturat varð ein 25 metrar langur svimjihylur bygdur. Farið varð í holt við byggingina á heysti 1976, og hann varð tikin í brúk á heysti 1979. 12 nýggjar skúlastovur komu afturat. 375 skúlabørn vóru tá, og læraratalið var 22.

 

Vegirnir

Tann gamla bygdargøtan í Vági gekk av Eiðinum heim gjøgnum bygdina, brúgv var um Gjógvará, nevnd Gjógvarátræbrúgv, gøtan gekk fram við húsunum við Misá út móti kirkjugarðinum, har ein brúgv var um Hvanndalsá, nevnd Skálatræbrúgv, síðani gekk gøtan niðaneftir á uttaru síðu av Hvanndalsá fram við kirkjugarðinum, niðan til býlingin við Hvanndalsá, haðani gekk bygdargøtan beina leið út í býlingin í Toftum, har træbrúgv var um Djúpadalsá (Toftá), og haðani víðari gekk gøtan úteftir fram við Krosslið og víðari út á Marknoyri. 

Vegurin í Tippinum  

 

Eftir at kommunan varð blivin sjálvstøðug, varð beinanvegin farið í holt við at gera nýggjan veg gjøgnum bygdina. Vegurin frá Misá vestur á Eiðið varð umvældur, og so varð farið at gera ein nýggjan veg frá miðskeiðis í Høgugøtu gjøgnum bøin vestur í Brekkugerði. Hetta var í 1908.

Undir fyrra krígnum vóru fyrireikingar gjørdar at gera vegin líka av Eiðinum og út á Marknoyri. Nýggjur vegur varð gjørdur frá Løðhamri, út gjøgnum Lágabø (har besti bøurin í bygdini var) og allan vegin út, har sum vegirnir í dag koman saman oman fyri Galtnaroyruna. Farið varð undir arbeiðið í 1919.

 

Eingir vegir vóru millum bygdir.

Í 1926 varð ein kostnaðarætlan gjørd, vegurin millum Vág og Porkeri fór at kosta 51.000 kr., og vegurin millum Vág og Lopra 79.000 kr.

Nesfólk høvdu ynski um at hoyra undir Vágs kommunu, og tað hendi í 1930. Bygdarmarkið millum Vág og Porkeri varð tí flutt av Marknoyri og út í Klyvarnar.

Hesi vegarbeiðir fóru fram í 1930-unum. Á vári 1932 var koyrandi millum Vág og Porkeri.

Farið varð undir vegarbeiðið millum Vág og Lopra í 1935, og í 1941 – eftir at brúgv var gjørd um Ósan – var vegurin um Sandin knýttur til vegin inn á Bakka, og tá var koyrani millum Vág og Lopra.

Hóast bilarnir ikki vóru nógvir í tali – og ikki vóru teir tungir – so fóru vegirnir illa og máttu umvælast í heilum. Tað tók sína tíð at koyra í bili tá (í 1930). Mest loyvda ferðin í bygdini var 15 km um tíman og uttan fyri bygdina, við lastbili 20 km og við persónbili 30 km um tíman.

Undir krígnum og í tíðini beint aftaná var nógv vegarbeiði. Vegur varð gjørdur norður í Dal, vegurin í Gjógvaráfjall vestur í Lírabergsdal varð gjørdur, og vegurin í Toftalíð og aðrastaðni. Vegurin niðan á Eggjarnar varð gjørdur í 1943. Tí arbeiðinum stóðu eingilskmenn fyri.

Í 1960-unum vórðu vegirnir breiðkaðir, og farið varð undir at asfaltera vegirnar.

 

Fyrsti bilurin kom í 1925

Tað vóru Garðamenn, sum keyptu hendan bilin, og tað var Dorius Jacobsen, sum var sjafførur. Tað var eitt stórt framstig. Bilarnir fingu ómetaligan stóran týdning fyri alt arbeiði í bygdini, ikki minst fiskaarbeiðið.

 

Vágs havn

Eitt av teimum mest átrokandi málunum hjá tí nýggja sóknarstýrinum í 1907 var havnarviðurskiftini í Vági. Eini tjúgu skip vóru í bygdini, og motorbátatalið øktist í stórum. Handilssambandið við útheimin øktist, tað var tí alneyðugt at fáa gjørt nakað við havnarviðurskiftini. Vørur til handlarnar komu úr útlondunum við fraktskipum, og fraktskip komu eftir klippfiskinum. Alt hetta varð fraktað í land og úr landi við bátum og lossijaktum. Í 1908 t.d. vóru 79 dampskip á Vági.

Um hesa tíðina ferðaðist danski verkfrøðingurin Palle Bruun um í landinum og gjørdi umfatandi kanningar av havnaviðurskiftunum í Føroyum. Hann var eisini í Vági. Bruun metti, at ein atløgubryggja í Vági fór at kosta um 70.000 krónur. Sóknarstýrið viðgjørdi uppskotið hjá Palla Bruun. Pierurin út á sjógv var 10 metrar breiður, og við eini atløgubryggju upp á 20 metrar var hetta ov stutt. Hóskandi var at fáa atløgupláss uppá 55 metrar, helt sóknarstýrið.

Á Fløðulið

 

Tíðin gongur, men nú vórðu broytingar gjørdar.  Í 1914 brast fyrri veraldarbardagi á, og einki gjørdist við nakra havnabygging í Føroyum. Í 1921 kom gongd aftur á havnarmálið, men nú var alt nógv dýrari. Farið varð undir arbeiðið, og havnin í Vági (gamla kai) varð tikin í brúk í august 1925. Kostnaðurin lá um 600.000 krónur, harav skuldi kommunan gjalda um 120.000 krónur, og tað var ein øgilig upphædd hjá kommununi tá.

Sum árini gingu, og fleiri og størri skip komu til bygdina, gjørdist kaiin ov lítil. Eftir seinna kríggið varð farið undir at kanna møguleikarnar at víðka um kaiina. Tað sum í fyrsta umfari galt um, var at dýpa hylin inni í kaiini og at gera kaikant vestureftir móti vaskiskúrinum hjá Diasi. Í 1950 varð farið undir arbeiðið, og á heystið 1952 varð kaiin (nýggja kai) tikin í brúk. Hetta bøtti munandi um umstøðurnar, men henda útbyggingin var bara ein partur av eini størri havnarætlan. Ætlanin var at útbyggja havnina eystureftir móti Tjørnini. Tað tók sína tíð at fáa ognarviðurskiftini upp á pláss, men  í apríl 1969 varð farið undir at gera ein 100 metra langan mola av Tjørnini út á sjógv. Hetta arbeiðið var liðugt í august 1970. Virksemið á havnarøkinum var stórt um hesa tíðina. Flakavirkið (Suðurfisk) var komið, og nógvur fiskur kom upp á land. Seinni varð so alt økið millum pierin á Tjørn og gomlu kai lagt í betong, og farið varð undir at fylla grót út frá pierinum á Tjørn, tí har var ætlanin, at eitt nýmótans flakavirki skuldi byggjast (Polarfrost). Hetta arbeiðið var liðugt í 1976.

Farið varð undir gerð av bryggju á Oyrunum í 1980, samstundis varð farið at gera bátahyl á Oyrunum. Økið vestan fyri bátahylin varð fylt út til ídnaðarvirkir. Sum eitt framhald av havnarbyggingini í Vági varð ein 450 metrar langur verjugarður ella brimgarður lagdur út á fjørðin, út frá Oyrunum. Hetta arbeiðið var liðugt í 1990.

Víðari útbygging av havnarlagnum er gjørd eystan fyri gomlu kai og nýggj djúphavn er komin.

 

Vatnið

Tað vanliga var, at fólk, sum bygdu, sjálv løgdu inn vatn. Í 1907 átók Jákup Dahl á Gørðunum sær at leggja vatnleiðing til fleiri hús í Vági móti einum gjaldi uppá 100 krónur fyri hvørt húsið. Eftir at kaiin var bygd, varð Havnarbassengið stoypt og vatnleiðing løgd oman á kaiina. Samstundis varð vatnleiðing løgd til fleiri hús har á leið. Í bygdini vóru fleiri privat vatnfeløg: Vatnfelagið Miðiskelda, Brekkugerðar vatnfelag, Vatnfelagið eystan Skála, Vatnfelagið í Lágabø o. fl.

Longu síðst í 1920-unum hevði sóknarstýrið ætlan um at gera eina útbygging av vatnveitingini í bygdini soleiðis, at øll bygdin fekk vatn. Kostnaðurin varð mettur til 65.000 krónur, men henda ætlan gjørdist ikki veruleiki tá. 

Síðst í 1960 gjørdi kommunan vatnbyrging í Gjógvará, og vatnleiðing varð løgd til bygdina. Síðst í 1970-unum varð vatnleiðing løgd úr Vágsvøtnunum. Hetta bøtti munandi um vatntrupulleikarnar í bygdini og serliga á havnarøkinum. Vatnleiðing er løgd úr Ryskivatni heim í bygdina. 

 

Heilsuviðurskifti

Frá gomlum døgum var jarðarmøðraskipan í bygdunum í Suðuroy, eina tíð búði jarðarmóðurin við Ósagarð í Vági. Jarðarmóðirin hevði tá alla sunnaru helvt av oynni. Seinni varð sunnara helvt av Suðuroy býtt millum tvær jarðarmøður. Arbeiðsviðurskiftini fyrr vóru vánalig og lønin lítil. Seinni varð bøtt um hetta

Frá 1915 hevur hondapotek verið í Vági.

Fyrsti læknin kom til Vágs í 1922. Hann æt Bangslev. Næsti læknin var Arthur Rasmussen, sum seinri fekk sær eftirnavnið Vaag. Hann gjørdi eitt slóðbrótandi arbeiði at staðfesta nátasjúkuna, sum serliga í 1930-unum kravdi mong mannalív. Kommunan keypti í 1924 eini sethús til læknahús. Hesi hús vórðu brúkt inntil í 1948, tá ið kommunan keypti eini onnur sethús á Oyrabø, sum ikki vóru heilt liðug, til læknahús. Nú eru tveir læknar í sunnaru helvt av Suðuroy við bústaði í Vági.

Í 1941 varð heimasjúkrasystir sett í starv í Vági.   Heimahjálparaskipanin byrjaði í Vági í 1973.

Heimasjúkraskipanin var kommunal inntil 1983, tá ið hon varð skipað undir landinum. Í 1996 varð heimasjúkraskipanin løgd undir Heimarøktina, sum frá 2006 skifti navn til Heimatænastan. Í 1945 varð tannlækni settur í starv í Vági. Nýggj tannlæknastova varð tikin í brúk í 1962.

Í 1981 var Heilsumiðstøðin tikin í brúk, har hølir eru til læknarnar, tannlæknan, jarðarmóðurina, heimasjúkrasystraskipanina og heimahjálpaskipanina.

 

Renovatión

Ein stórur trupulleiki í Vági var burturkastið frá húsarhaldunum. Í 1948 varð vegur gjørdur niðan móti Nesinum á Eiðinum, har eitt burturbeiningarstað varð gjørt. Hvørt hús í bygdini fekk ruskílæt at koyra øsku og annað burturkast í. Síðst í 1960-unum varð Skarðgjógv tikin í brúk sum burturbeiningarstað. Tað vísti seg skjótt, at hetta kundi ikki halda fram. Burturkastið var nú so nógv, at annað stað mátti finnast, og ein heilt onnur loysn mátti finnast á renovatiónsspurninginum. Henda loysn varð funnin, tá ið kommunan fór upp í IRF.

 

Telefonstøð

Telefonin kom til Vágs í 1906, og fyrsta telefonstøðin var hjá Juliannu Dahl á Báraldarbakka. Har var hon til 1923, tá ið hon varð flutt út í kommunuhúsini í Lágabø. Telefonstøð var í Vági inntil í desember 1972, tá ið nýggj automatisk støð kom, og ringt varð beinleiðis uttan um støðina.

 

Sóknarfúti og politi

Í 1906 varð eitt nýtt embæti sum sóknarfúti upprættað fyri sunnaru helvt av Suðuroy við heimstaði í Vági. Sóknarfútaembætið varð í 1954 broytt til sýslumansembætið. Hetta embætið er nú niðurlagt. Í 1931 varð kommunalt politi sett í Vági.

 

Í Botni

 

Elektrisitetið var kommunalt

Longu í 1910 vórðu nakrar lyktir settar upp í bygdini, einar seks í tali. Hesar vóru so til elektrisitetið kom í 1921.

Húsarhaldsbrenni fyrr í tíðini var torv, men í Vági vóru so at siga eingir torvheiðar eftir, so vágbingar máttu  skera torv í Sumbiarhaganum fyri eina lítla samsýning. Hetta var langur vegur at fara, og alt mátti førast til bygdina í báti. Alt mannfólkið í góðum árum var til skips, so tað var mest konufólkini, sum arbeiddu í torvi. Undir fyrra krígnum var ringt at fáa kol, og allar vørur – harímillum kol og petroleum – dýrkaðu. Í Vági varð klippfiskur turkaður á fiskaplássunum, men mangan var veðrið svikaligt, regn kundi koma og oyðileggja heilar fiskabreiðingar. So tankin um at fáa eitt elektrisitetverk kom tá rættuliga fram.

Farið varð undir at byggja elektrisitetverkið í 1919, og tað gekk skjótt fyri seg. Støðin varð bygd niðri í Botni, og tvær turbinur vórðu settar upp. Vatnið var úr teim trimum vøtnunum norðuri í haga: Ryskivatni, Miðvatni og Vatninum í Tindalíð (Ovastavatni). Ein stór byrging varð gjørd við Ryskivatn, og rør vórðu løgd oman í Botn. Ein 2,5 kilometra long háspenningslinja varð løgd úr Botni til Vágs, og tríggjar transformatorstøðir – eisini nevndar kjóskir – vórðu bygdar, ein við Kikslið, ein á Skálabeiti og ein í Toftum, seinni varð ein bygd úti á Stauningi.

Mánadagin 18. juli 1921 varð elektrisitetverkið tikið í brúk. Hin tiltikna ljósfestin var í skúlanum á Oyralaði, og nógv fólk var komið saman at hátíðarhalda henda stóra dag.

Í Botni vórðu sethús við tveimum íbúðum bygd til starvsfólkini og familjur teirra. Seinni varð ein triðja íbúðin bygd upp í húsini. Eingin vegur var í Botn, so alt mátti berast ella verða ført við báti av Eiðinum. Vegurin kom ikki fyrrenn 40 ár eftir, at elektrisitetverkið var bygt.

Tey flestu húsini í Vági fingu elektrisitet, og turkaríini í bygdini gingu nú við elektrisiteti. Fólk vóru glað fyri elektrisitetið, men sparast mátti, tí tíðirnar í 1920-unum og 1930-unum vóru vánaligar. 

Í 1956/1957 vórðu nýggj rør løgd oman í Botn.

Tvøroyri fekk elektrisitet úr Botni í 1928,  í 1935 varð el-linja løgd til Lopra, og í 1952 fekk Porkeri elektrisitet úr Botni.

Elektrisitetverkið í Botni var kommunalt inntil 1955, tá ið tað varð umskipað sum ein interkommunalur felagsskapur við navninum Elfelagið Suðuroy. Hinar bygdirnar í Suðuroy, sum enn ikki høvdu elektrisitet, fingu nú elektrisitet. Nakað eftir hetta vóru samráðingar við SEV um at leggja Elfelagið Suðuroy undir SEV. Hetta varð veruleiki í 1963, sama ár sum ein stór útbygging fór fram í Suðuroy.

Í 1982 varð farið undir at byggja eitt nýtt elektrisitetverk – oljuverk – á Oyrunum í Vági, og tveir dieselmotorar vórðu settir upp.

 

Kommunuskrivstovan

Kommunan bygdi stór hús í Lágabø í 1922 til umsitingarbygning. Á tí stóra loftinum búði leiðarin á elektrisitetverkinum. Í miðhæddini í uttara enda vóru skrivstovur hjá elektrisitetverkinum, í vestara enda vóru skrivstovur hjá kommununi, og í miðjuni var telefonstøð. Í kjallarahæddini vóru goymslurúm, ein lítil íbúð, og tá ið Suðuroyar Sparikassi varð settur á stovn í 1943, fekk hann eitt lítið rúm í vestara enda, niðaneftir. Har helt sparikassin til í 10 ár, inntil tann nýggi bygningurin í Lágabø varð tikin í brúk.

Í 1959 flutti kommunuskrivstovan úr kommunuhúsunum í Lágabø út í húsini beint uttan fyri skúlan. Hetta vóru sethúsini hjá Viggo Dahl. Kommunan setti húsini í stand og innrættaði tey til kommunuskrivstovu. William Smith málaði ein málning av eini slupp, sum varð hongdur upp á niðaru síðu, so at hann sást frá vegnum. Har húsaðist kommunuumsitingin inntil 1995, tá ið hon flutti í bygningin, sum Sjóvinnubankin hevði bygt í Tippinum. Í dag er kommunuskrivstovan í teimum húsunum, sum Andreas Djurhuus bygdi sum sethús, og har posthús var í neðra.

 

Keldur:

Poul Andreasen: Úr Vágs søgu, Garðahandilin, Teir fyrstu handlarnir í Vági, Vágs kommuna 1873-1929 og 1930-1972

Páll J. Nolsøe: Siglingarsøgan fyri Vág

Skjøl á Landsskjalasavninum

Skjøl hjá Vágs kommunu

 

Poul Andreasen