Gøta gjørd tvørturum Sandin

Sum liður í felags arbeiðinum við ferðslutrygdarætlan í Vágs kommunu, sum Vágs kommuna, Landsverk og Løgreglan eru farin undir, er nú gjørd gøta tvørturum Sandin.

Vegurin tvørturum Sandin er ein av vandamiklu farleiðunum í Vágs kommunu. Nógv ferðsla er tvørturum Sandin, har bæði bilar, lastbilar, og trailarar koyra, samstundis sum fólk eru til gongu ella á súklu framvið vegnum, har ongin gongu- ella súklubreyt er.

Í nógv ár hevur tað verið eitt ynski at gera farleiðina tryggari, og tá farið varð undir ferðslutrygdarætlanina fyri Vágs kommunu, varð hendan farleiðin eisini sett ovarliga á dagskránna. Nú er so gøta gjørd tvørturum Sandin, soleiðis at fólk til gongu ella á súklu ikki ferðast tætt uppat bilferðsluni.

Sum liður í ferðslutrygdarætlanini verða eisini nýggj gøtuljós sett upp seinni í ár, har alt vegastrekkið frá Tríkantinum á Sandinum inn til kirkjugarðin fær nýggj gøtuljós. Harumframt verða eisini onnur átøk gjørd á hesum vegastrekkinum, fyri at gera tað so trygt sum gjørligt hjá øllum ferðandi, bæði bilferðslu, fólki til gongu og á súklu. Vegastrekkið frá Tríkantinum og inn í Líðina er landsvegur og er tað sostatt Landsverk, sum varar av hesum partinum av ætlanini.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at fólk kunnu kenna seg trygg á ferð í Vágs kommunu, tí eru vit eisini sera fegin um tað arbeiðið, sum verður gjørt í samstarvinum millum Vágs kommunu, Landsverk og Løgregluna, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Ferðslutrygdarætlanin fevnir um nógv onnur økir í kommununi, og skulu átøkini í júst hesum økinum síggjast sum liður í einari størri ætlan, har vit í felag fáa seta ferðslutrygd í Vágs kommunu á breddan og ikki minst fáa sett í verk átøk og framt ætlanir, sum skulu gera tað trygt at verða á ferð í Vágs kommunu, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.